Tað er ikki so langt síðani, at Eivør og Pætur tóku øll tey, ið vóru so heppin at fáa pláss í Christianskirkjuni, á bóli. Henda kirkjukonsertin var so bara dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir. Undan hesi konsertini hevði hetta nýggja stjørnuskotið í føroyska tónleikaheiminum hugtikið grannatjóð okkara Ísland, og í skrivandi løtu eru hon farin at síggjast á tónleikahimmalinum á meginlandinum við.
Og taka vit onnur nøvn í rúgvuni, ið hava gjørt vart við seg og sum vit fara at hoyra meira til í framtíðini, so eru har Teitur, Guðrun, Brandur, Týr og Klikkheys fyri bert at nevna nøkur av teimum, sum hava verið við til at seta dagsskránna.
Nú fingu vit so eisini okkara Lenu at hoyra og síggja. Og tey hepnu, ið vóru við til konsertina, kunnu bert fegnast um at hava átt henda framíhjárætt. Ein einastandandi konsert við framúr góðum tónleikarum og sangi. Tað kundi eins væl verið í London, í Berlin ella í Stokkhólmi. Nakað altjóðaligt og framúr professionelt var yvir hesi konsertini.
Tað er at fegnast um, at føroysk tónlist hevur so góðar dagar. At hon er við at lyfta seg sjálva upp á teir hægru tindarnar. Fræini, sum hava verið løgd nú í eina tíð, eru bráddliga farin at spíra og vit uppliva vakran og frálíkan tónleik. Eitthvørt samfelag og fólk hevur brúk fyri tónleiki, og grundarlagið eru tey fólkini, sum við royndum, góðum evnum og við venjing havt bygt seg upp til at vera nakað og geva nakað.
Eins og vit hava sæð, hvussu okkara fótbóltslandslið hevur økt um áhugan fyri fótbólti millum okkara ítróttaríðkandi ungdóm, soleiðis er eisini við okkara tónleikarum, sum eftirhondini lættliga kunnu manna eitt føroyskt tónleikalandslið. Her eiga vit fólk, sum kunnu manna øll plássini á vølli. Lena og hennara tónleikarar hava við tónleiki sínum fingið pláss á tónleikalandsliðnum. Og eins og okkara fótbóltslandslið er ambassadørur fyri lítlu tjóð okkara, so kunnu hesi frægu tónlistafólkini vera líknandi ambassadørar ? á sín hátt. Vera við til at skapa áhuga og virðing fyri hesi fjarskotnu tjóðini úti í Atlantshavi.
Í langa tíðhava høvuðtjakevnini verið fiskur og ítróttur. Einki negativt um tað, tí meðan fiskurin hevur verið við til at halda búskapinum gangandi, so hevur ítrótturin hildið lív í einum sunnum og virknum ungdómi. Men nú fer tónleikurin og tónlistamentanin kanska at vinna so mikið frama, at umframt fiskin og ítróttin verður tónleikurin tað, sum vit eisini fara at tosa um. Tosa meira um. Vit eiga ikki at gloyma tað arbeiði, sum verður gjørt á Musikskúlunum, og nú tónleikarar hava tikið stig til eitt meginfelag fyri tónleikin, við tí rámandi og vælklingandi navninum MENTÓN, eigur alt samfelagið at taka undir við hesum og stuðla. Røddirnar hjá Lenu, Eivør, Guðrun, Teiti og Brandi og tónleikurin hjá teirra musikarum, eiga at fáa okkum øll og her ikki minst politikararnar at rakna við. Vit eiga rætt og slætt at raðfesta tónleikin hægri ? og raðfesta hann sum var hann eitt Guds givið tilfeingi og ríkidømi til okkum eisini.
Sosialurin