Oddagrein· Sorgarleikurin

Krígsatgerðirnar í Gazageiranum eru einki minni enn ein altjóða sorgarleikur við djúpum søguligum røtrum. Í ártíggjur bardist Ísrael við Fatahfelagskapin. Hesin felagsskapur var sekulerur og hevði einki at gera við átrúnaðarliga fundamentalismu. Tað bar tí til hjá Arafat, ið var gitni leiðarin í Fatah at sleppa yvirgangsvirkseminum og taka til politiskar loysnir, tá umstøðurnar langt um leingi vórðu til hetta. Eftirmaður Arafats Mahmud Abbas hevur hildið somu politisku kós og hevur dugað væl at fáa búskaparliga og humanitera hjálp til sína hart plágaðu tjóð.

Men Abbas gjørdist ov moderatur og hóvligur til ta vaksandi fundamentalismuna, og eitt úrslitið gjørdist, at tað átrúnalarliga grundaða Hamas vann valið í palestinsku sjálvstýrsiøkjunum. Harvið fekk Ísrael uppaftur ein fígginda. Sjálvstýrisøkini klovnaðu í ein Fatah stýrdan Vestara áarbakka og ein Hamastýrdan Gazageira, har meira enn ein millión fólk búleikast í lítlum øki. Hamas viðurkennir ikki statin Ísrael, eins og Fatah eftir mong stríðsár hevur gjørt. Hetta hevur elvt til eitt standandi stríð millum Hamas og Ísrael, har hvørgin parturin hevur verið mjúkur ella hevur vandað sær um vápnini. Eftir eina skroypiliga vápnahvíld, sum gekk út á nýggjárinum tók Hamas uppaftur rakettálopini á Ísrael. Hernaðarliga eru hesi raketálop fyri nálastingir at rokna og skaðin av teimum er avmarkaður. Men politiskt kann Ísrael ikki liva við hesum, tí álopini hava sera óhepna ávirkan á almenna huglagið. Hetta er óheppið við atliti at valinum, sum verður um ein mánaða. Hartil kemur, at Obama tekur við tann 20. januar í USA og hansara stjórn fer ikki at geva Ísrael eins fríar hendur og Bush hevur gjørt. Sorgarleikurin stendur við og versnar.

 

Tað er skiljandi, at Ísrael hevur mist tolið og tekur til eitt hernaðarligt andsvar eftir øll rakettálopini og í vónini um at noyða Hamas at viðurkenna Ísrael við samráðingarborðið. Men rakettálopini kunnu á ongan hátt nýtast sum grundgeving og undanførsla fyri tí ræðuliga og framúr ógvusliga harnaðartiltaki, ið Ísrael setti í verk fyri fjúrtan døgum síðani. Álopið er fullkomuliga úti av lutfalli við orsøkirnar. Loftálopini raka púra tilvildarliga, offrini eru kvinnur, børn og gomul, sjúkrahús og skúlar. Vápnini eru mangan slík, sum ikki eru loyvd sambært altjóða sáttmálar eins og streym, vatn og gassveitingar eru avstongdar. Humaniter hjálp sleppur bert í avmarkaðan mun inn í Gazageiran og menniskjansligi sorgarleikurin er mestsum fullkomin. Tað er einki, ið kann verja eina slíka framferð, ið ber við brotsverk móti mannaættini. Hetta fer at koma Ísrael aftur um brekkur, og friðartilgongdin er sett ár aftur í tíðina. Nú sita partarnir tó við samráðingarborðið í Cairo, men smátt gongur. Heimurin setur sítt álit á tann mann, sum tekur við forsetastarvinum í USA í næstum. Kanska megnar hann at bróta hesa ræðuligu ringrás av yvirgangi og kríggi, sum hevur eyðkent Palestina seinastu sekti árini.

Sosialurin