Oddagrein: Stendur á gomlum nøglum hjá verkafólki

Vit skulu aftur um tvey aldarskifti fyri at koma til tíðina, tá verkafólk í granna­lond­um okkara fylktust í felagsskapir at vinna verka­fólk rættindi.

Og rættindi eru vunnin. Hendan rørsla fekk eis­ini fastatøkur í Føroyum – og síð­ani tá hev­ur fakfelagsrørslan verið ein virk­in og trygg grundsúla undir væl­ferð­ar­sam­fel­ag­num.

 

Stríðið kann mangan vera hart – og beiskt, tá ósemjur eru á arbeiðs­markn­að­i­num, og tá verða nógv knep nýtt. Tað nýggj­asta hjá landsstýrinum er at sam­tykkja eina lóg, sum at kalla trekkir tenn­i­nar úr verkfallinum soleiðis, at pol­it­ik­ar­ar­nir kunnu definera, hvørji størv ikki skulu rakast av einum verkfalli.

 

Tað er ikki nóg mikið við tí, at lands­stýr­ið ætlar at samtykkja eina lóg, sum loys­ir aktuella knútin í verkfalsstríðnum hjá Pedagogfelagnum. Ætlanin er at gera eina varandi lóg, so tað altíð verða mynd­ug­lei­karnir, sum gera av, hvørji undantøk kunnu gerast í eini verkfalsstøðu.

 

Hetta má metast at vera eitt tað størsta á­lop­ið á rættin hjá føroysku fak­fel­ags­rørsl­uni. Verður hetta samtykt, so verður tað altíð landsstýrið, sum hevur buktina og báð­ar endarnar í eini verkfalsstøðu. So kunnu fakfeløgini vera í verkfalli, so leingi tey vilja, tey kunnu seigpínast við at tøma all­ar verk­fals­kass­ar og soleiðis missa alt vald­ið. Hetta kann føroyska fak­fel­ags­rørsl­­an ikki lata sær lynda. Men alt bendir á, at hetta stríðið fer landsstýrið at vinna. Sam­­gong­an, sum nú situr, hev­ur valla nakr­­an trupulleika við at taka hesi grund­leggj­­andi rættindi frá fakfelagsrørsluni – held­­ur síggja tey tað sum eitt bragd so­leiðis at trekkja tenn úr fak­fel­ags­­rørsl­uni.

 

Tá flatskatturin á sinni varð samtyktur, lov­aðu fakfeløgini morð og brand. Men einki hendi. Tað stríðið tapti fak­fel­ags­rørsl­an. Og hóast tann samgongan endaði í and­støðu eftir næsta val, so hevur hon nú aft­ur valdið í Føroyum. Tað merkir, at ein meiriluti av fólkinum tekur undir við hesi samgongu, sum gongur ímóti grund­leggj­andi rættindum hjá fakfelagsrørsluni.

 

Sjálvandi eigur skil at fáast á, so tað ikki altíð gongur út yvir veikastu bólk­ar­ar­nar í einum fakfelagsstríði. Ein slík av­tala kostar okkurt. Tað sigur seg sjálvt. Men tak­ið tykkum for ólukkan saman og ger­ið tað í friðartíð – til dømis so skjótt sum hetta stríðið er av!

 

Vit kunnu bara gita, hvør tað er sum løðir hjá landsstýrismanninum – sum er nógv harðrendari móti fakfelagsrørsluni, enn Sambandsflokkinum líkt. So nú má røkka ella støkka hjá fakfelagsrørsluni. Let­ur hon sær hetta lynda, so kunnu hon tað sama pakka saman.