Tað áhugaverda er, at nú verður ikki bara gjørd ein frágreiðing ella útgreinging afturat. Sambært tí sum samfelagsfrøðingurin, Jógvan Mørkøre, upplýsti í kjakinum, skulu allir partar inn í eina veruliga ætlan. Til hetta skulu partarnir binda seg til ávísar peningaupphæddir eisini.
Um hetta er tað einasta rætta, skal ikki verða sagt, men hetta er í øllum førum ein spennandi og helst eisini ein gongd leið. Nú er nóg mikið við álitum og greiningum, tú nú má okkurt ítøkiligt henda, um Suðuroynni - og útjaðaranum sum heild - skal vera lív lagað.
Nú vórðu í so nógvir tættir tiknir upp í kjakinum hetta kvøldið - vinnuliga støðan, miðnámsskúli, ellisheim og kommunusamanlegging ella ikki. (Tó rós til sjónvarpið og sjónvarpsmannin fyri at viðgera Suðuroynna so gjølla, hvat hon hevur uppbiborið. Eisini Útvarpið og okkara egna blað hava brúkt nógva orku at viðgera Suðuroynna, og hetta ætla vit at halda fram við) Víst hanga fleiri av hesum viðurskiftum saman, men tey treyta ikki hvørt annað, og gongd kann fáast á eina endurreisn, hóast kommunurnar ikki leggja saman við ein brest.
Men tá tað er sagt, so er tað einasta at miðja ímóti at leggja kommunurnar saman. Ein størri kommuna kann betra um tænastustigið, og er talan um eina kommunu, er eisini talan um eina rødd úr Suðuroynni. Men hinvegin mugu vit eisini halda okkum til veruleikan, at tykist ikki sum at meirilutin í Vági er fyri at leggja alla oynna í eina kommunu.
Samstundis hava aðrar kommunur sagt, at tær vilja bara leggja saman, um oyggin verður løgd saman í eina kommunu, so her draga kommunurnar ikki eina línu. Heldur ikki draga tær eina línu, tá talan er um miðnámsskúlan. Flestu kommunurnar eru sinnaðar at flyta ætlanina til Hovs, samstundis sum meirilutin vil hava hann í Vági, og tað er eisini skilligt, tá hann nú er lagdur í Vági.
Hóast semjur skulu finnast á hesum økjum, so eiga tær ikki at forða fyri ætlanini at skapa vinnumøguleikar og størri trivnað í Suðuroynni. Fiskivinnan hevur stóran týdning, men tað er tvingandi neyðugt at fáa aðrar vinnur - serliga tænastuvinnur - til oynna ella útbyggja tað sum er, um yngri fólk skulu flyta verða verandi ella flyta aftur.
Í hesum føri er Visjónin fyri Vág áhugaverd, tí hon talar um allar hesar tættir og eisini tað at skapa trivnað - bæði í vinnu og frítíð. Sum støðan er í dag í Suðuroynni er tað bart út sagt ov lítið áhugaverd hjá teimum yngru ættarliðunum at búleikast í oynni, tí í dag verða sett fleiri og fleiri krøv til eina spennandi, innihaldsríka og mennandi frítíð. Sum er, er fólkagrundarlagið ov lítið til eitt nóg fjøltáttað frítíðarlív.
Kommunalpolitikkarnir roknaðu at enda í orðaskiftinum við, at framtíðin verður bjørt fyri oynna. Latum okkum vóna tað, men spurningurin er, um fólkatalið ikki longu er komið undir tað mark, at tað eydnast av álvara at menna oynna til tað, sum hon einaferð var í føroyskum vinnulívi og búskapi.
Sosialurin