Her liggur ein stór ábyrgd á landsstýrinum og ikki minst á kommunum fyrst og fremst á høvuðstaðarkommununi. Tað er dýrt at reka ein tjóðpall og tí er tað ikki annað enn rímiligt, at eitt nú býráðið í Havn framvegis stuðlar, soleiðis sum kommunan altíð hevur gjørt. Allar tjóðir hava ein tjóðpall: samar hava samsika leikpallin, danir hava kongaliga leikhúsið og so opruna frá Mærsk. Bert føroyingar og grønlendingar hava verið uttan henda týdningarmikla stovn. Men nú eru vit so komin við og nú ræður um at halda fast.
Ein tjóðpallur er bæði ein stovnur, ein løgfrøðilig eind um ein vil og so eitt hús sjálvandi. Ein tjóðpallur hevur avgerðandi týdning fyri tjóðskaparliga samleikan hjá eini tjóð. Tað fer tí í longdini ikki at bera til uttan eitt føroyskt tjóðleikhús. Tað mátti verið ein sømilig uppgáva og ein byggifrøðilg avbjóðing hjá landsstýri og høvuðsstaðarkommuni at fari undir at bygt tjóðleik- og tónlistaskála í Tórshavn. Tað nýtist hvørki at verða í dag ella í morgin, men hinvegin kann hetta ikki bíða alt ov leingi. Høvuðsstaðurin treingir til nýtt leikhús so væl sum til eitt tónlistahús. Tí er lagámanni at byggja hús til báðar hesar listagreinir. Vit eru á veg inn í eitt skeið við minni byggivirksemi. Undir slíkum umstøðum eigur tað almennna at byggja. Tað er upplagt at byggja leiklista- og tónlistaskála. Hevur ein sagt A, sleppst ikki undan at siga B. Leygarkvøldið byrjaði tað og tað byrjaði sera væl. Nú ræður um at tryggja eitt gott framhald til frama fyri føroysku tjóðina alla.
Sosialurin