ODDAGREIN: Tjóðveldisflokurin slept Suðuroynni upp á fjall

Tjóðveldisflokkurin hevur ein stóran trupulleika. Hann vil bæði blása og hava mjøl í munninum í senn. Endin er so oftani tann, at hann fyri fullveldissøk sína og fyri at blíva sitandi í landsstýrinum - við valdinum - sleppur hugsjónum og grundleggjandi sjónarmiðjum sínum. Sleppur veljarum og útjaðarum uppá fjall.

 

Var tað ikki formaðurin, sum skrivaði, at Suðuroyggin ikki skuldi sleppast uppá fjall! Hetta kennist sum déja vu, nakað, sum hendir her og nú, men sum vit hava upplivað fyrr. Alt hetta valskeiðið hava vit upplivað, at flokkurin í einum máli fyri og øðrum eftir hevur latið seg draga eftir hárinum av bæði Fólkaflokki og Sjálvstýrisflokki - og harvið svíkið sínar veljarar. Hetta gav at bíta, tá flokkurin fyrr í vikuni leyp upp sum stungin grísur og kravdi samgongufund um útgerðarstøðina fyri síðani á samgongufundi at labba alt í seg aftur. Vorðið sum flokkur. Tað undrar annars ikki sørt tí mongu ráðgevar formansins gera jú alt fyri at hjálpa formanninum í ikki at missa andlit ella at fáa trupulleikar við trúvirðinum. Var hetta so bara ein kiksari ella var hetta ikki heldur tann nakni verulekin!

Hesaferð er eingin vegur aftur. Orðini tala. Høgni hevur bókstaviliga sagt dummað seg. Politikarin, sum altíð vaskar sínar hendur, sum ongantíð rekur flokspolitikk men bara Føroyapolitikk, sigur eitt á morgni og annað á kvøldi. Orðini um, at Suðuroyggin ikki má sleppast uppá fjall, eru krokodillutár. Fyri allar suðuroyingar hevur Tjóðveldisflokkurin við sínum skiftandi útspælum nettupp slept oynni uppá fjall. Hann hevur ofrað oynna og fólkið har fyri sítt fullveldisstríð. Alt, sum kemur uppá tvørs av fullveldinum og at sita við valdinum - má víkja. Eftir øllum at døma hevur Sjálvstýrisflokkurin givið tjóðveldismonnum greið boð. Antin góðtaka teir málið sum tað er ella verður samgongan upployst. Og teir hava bakkað sum ikki einaferð.

Viðhvørt nýtast ikki langar forkláringar fyri at avdúka politikarar. Tað gera nevniliga egnu orð og gerðir teirra. Høgni Hoydal í tíðindaskrivi mikudagin, eftir at oljufeløgini høvdu kunngjørt, at oljuhavnin verður ikki í Suðuroynni: "Tað er nú almannakunngjørt, at oljufeløgini av sínum eintingum hava avskrivað Suðuroynna sum oljuútgerðarhavn....landsstýrið má tí geva oljufeløgunum greið boð um, at uttan mun til, hvat úterðarfelag tey professionelt halda vera tað besta, so skal virksemi vera í Suðuroynni".

Og við SVF hóskvøldið sigur sami maður: "Eg havi ikki sagt, at oljufeløgini hava avskrivað Suðuroynna. Eg havi sagt, at tað ljóðaði sum at Suðuroyggin var avskrivað....." Skil tað, hvør, ið vil. Men soleiðis ber also til hjá tí professionella orðsnillinginum ella kanska enn betur, orðsnúðninginum av einum politikara at marknaðarføra seg og sítt og altíð sleppa væl frá tí.

Sosialurin