Bakstøðið fyri uppskotinum er trotið á arbeiðsmegi, og samgongan hevur tí sett sær fyri at gera munagóð átøk á málsøkjum, sum viðvíkja útlendingum í Føroyum. Men hetta tekur tíð eitt nú at yvirtaka økið, og ríkislógartilmælið er bert at meta sum ein fyribilsloysn. Lógarbroytingin fevnir bert um ES borgarar, og tí verða reglurnar fyri onnur enn hesar tær somu, sum nú eru galdandi.
Hóast uppskotið bert er ein fyribilsloysn, so er hetta enn eitt av mongum dømum um, at altjóðagerðin er yvir okkum. Eitt eyðkenni við altjóðagerðini er, at alheimurin verður ein og sami arbeiðsmarknaður. Hetta er galdandi uttan mun til formligar reglur ella avtalur. Har formligar reglur forða arbeiðsmegi frítt at fara, ja, so verða bara sjálv arbeiðsplásini, altso virkini, flutt til eitt nú láglønarlond í Fjareystri. Hetta er sostatt einki einfalt mál, sum liggur á tingborði. Arbeiðsgevararnir vilja hava málið loyst, tí teimum trýtur arbeiðsmegi í ólukkumát. Trý av okkara stóru fakfeløgum mæla hinvegin Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið um at gera tað lættari at fáa útlendingar til Føroyar.
Feløgini í Samtaki óttast avleiðingarnar og vilja sjalvsagt hava at vita, hvat ið hendir, um støðan á arbeiðsmarknaðinum knappliga broytist. Búskaparliga dregur hann á luftina um allan vesturheim, so tað er væl skiljandi, at feløgini stúra fyri avleiðingunum. Feløgini fýlast á trótandi avleiðingametingar, men hinvegin mugu vit ásanna, at tað er mestsum ógjørligt at koma við haldgóðum metingum al tann tíð, vit ikki kenna framtíðina. Samtak reisir nakrar týðandi spurningar, sum landsstýrið má fyrihalda seg til, tí teir snúgva seg um at tryggja, at teir útlendingar sum koma til Føroya at arbeiða, hava sømulig arbeiðskor. Eisini verður víst á vandan fyri mismuni millum útlendska og føroyska arbeiðmegi. Hetta kann skapa misnøgd og illvilja móti útlendingum, og hetta má ikki henda í Føroyum. Mótmælið hjá teimum trimum feløgunum ber dám av samhaldsfesti við útlendska so væl sum innlendska arbeiðsmegi. Landsstýrið má tí taka hetta í størsta álvara og fara í dialog við bæði Samtak og Vinnuhúsið, og so er spuringurin um ikki hetta mál ikki bara kann bíða til øll útlendingalóggávan er yvirtikin um eitt ár.
Sosialurin