Framtíðar pensiónsskipanin hevur nú í mong ár verið eitt heitt umrøðuevni í politikki. Tó er lítið hent uttan at Samhaldsfasti er hækkaður nakað. Tað kann sjálvandi undra, at hetta uppskot kemur frá Fíggjarmálaráðnum og ikki frá avvarandi landsstýrismanni. Okkum tørvar eitt breitt og sakligt orðaskifti um eina framtíðar føroyska pensiónsskipan, og tí kann útspælið frá Fíggjarmálaráðnum koma væl við í hesum orðaskifti. Uttan at fara í smálutir við uppskotinum kann nevnast, at hetta fevnir um tiltøk at minka vøksturin í eldraútreiðslunum, broyting av almannapensjónum, øking av persónligari uppsparing, hækking av pensiónsaldri og prístalsjavning av almannapensjónum. Eisini verða pensjónsviðurskifti í Føroyum samanborin við onnur lond og lýst verður, hvussu stór uppsparing er neyðug.
Millum ítøkiligu tilmælini kunnu nevnast eitt nú 15% tvungið inngjald av øllum lønargjaldingum frá 2018 og inngjald eisini fyri móttakarar av arbeiðsloysisstuðuli, fyritíðarpensión, B-inntøku og almannaveitingum. Víðari verður mælt til, at skattafrádráttur bert verður givin fyri inngjøld til føroyskar skipanir og skattafrádráttur skal bert verða loyvdur fyri inngjøld til ratueftirlønir og til lívlangar veitingar. Eisini verður mælt til, at pensjónsaldurin stigvíst hækkar. Uppskotið eigur at metast sum eitt teknokratiskt íkast til eitt orðaskifti um framtíðar pensiónsviðurskifti. Tilmælini kunnu í støðum tykjast víðgongd og óvanlig, og tað er ódámligt, at tey gomlu verða lýst sum ein samfelagstrupulleiki. Í vælferðarsamfelagum er ein tryggur aldurdómur ein mannarættur og tey gomlu skulu heldur ikki í framtíðini kenna seg sum ein trupulleika. Hetta er enn eitt dømi um ta neoliberalismu, sum tykist vera hugmyndafrøðiliga støðið undir samgonguni: vit hava ikki ráð til ta samhaldsfasta samfelagið, í framtíðini má hvør sæta sær sum best!
Eftir stendur nú ein umfatandi politisk viðgerð av hesum máli. Politiska viðgerðin eigur at taka støði í samgonguskjalinum og hartil í einum breiðum samfelagsorðaskifti millum viðkomandi partar, eitt nú Almanna- og heilsumálaráðið, fakfeløg, politiskar flokkar, pensionistafeløg, peningastovnar og tryggingarfeløg. Tað er sostatt ikki nóg mikið, at uppskotið er umrøtt á einumhvørjum óalmennum fundi við hesar partar. Orðaskiftið skal vera alment, tí her er talan um eitt tað størsta sosialpolitiska mál í okkara tíð. Hetta almenna orðaskiftið kann so hóskandi enda við einum aðalorðaskifti á tingi,so øll politisk sjónarmið verða almenn. Vit fara at gera okkara til at fáa gongd á hetta samfelagsorðaskiftið. Miðlahúsið hevur longu sett hetta á skránna fyri heystið.
Sosialurin