ODDAGREIN: Vísið nú tykkara virði

– Vit fara nú at viðgera álitið pol­it­iskt í landsstýrinum...
Tað segði Kaj Leo Johannesen, løg­­mað­­ur, eftir at nevndin, sum sett var at gera álit um samsýning og eft­­ir­­løn landsstýrismanna, handaði á­­lit­­ið týs­morgunin.

Álitið mælir til, at bæði løg­mað­ur og lands­stýr­is­fólk fara mun­andi upp í løn, at borð­fæ og kostn­að­ar­end­ur­gjald verð­ur tikið av, at lands­stýr­is­fólk fáa skatt­a­frí­ar ráð­harra­bil­ar, og at gull­rand­­aða pen­sjóns­skip­an­in, sum pol­it­ik­ar­ar­nir hava fingið sær, verður tikin av.
Størsta broytingin er uttan iva pen­sjónin. Lands­stýr­is­fólk kunnu í dag upp­tjena sær fulla pen­sjón eft­ir átta ár­um. Hetta er tað, sum van­lig fólk skulu brúka 37 ár um.
Uttan iva hava politikararnir til­tusk­að sær hesa skipan við íblástri úr donsk­um pamp­ar­a­leisti. Tí í Dan­mark eru fráfaringarlønir og pen­sjón­ir hjá politikarum enn meira gull­rand­að­ar.
Í so máta er gott, at mælt verður til at rudda upp í hesum svansinum. Tað gev­ur onga – yv­ir­høv­ur als onga – mein­ing, at pol­itik­a­r­ar skulu við­farast sum greiv­ar á pen­sjóns­øk­i­num.
Hinvegin er tað sjálvandi rím­u­ligt, at politikarar eru væl løntir. Tað er held­ur ikki rætt, at løgmansstjóri og aðalstjórar fáa meira í løn enn lands­stýr­is­fólk og løgmaður.
Men at hækka lønina so ógv­us­liga í ein­um, tað kunnu politikarar ikki tilláta sær, tí tú kanst ikki til­láta tær at taka frá Palli­ba við aðr­ari hond­ini og geva tær sjálv­um við hin­ari. Pol­it­ikararnir eru fólksins tæn­arar, tað mugu tey ikki gloyma.
Mælt verður eisini til, at lands­stýr­is­fólk fáa »ókeypis og skatta­frí­an ráð­harr­a­bil uttan førara at ráða yvir«.
Nú ljóðar tað so fínt at fáa »ráð­harra­bil«. Men hetta svarar væl sakt­ans ikki til ann­að, enn ein stjór­abil – ein bil, sum eftir skatta­lóg­ini verð­ur rokn­að­ur sum á­góði, ið skal skatt­ast.
Tá bankastjórin fær sín fína Mer­ce­des »at ráða yvir uttan før­ara«, so á­tek­ur hann sær sam­stund­is eina skatt­skyld­uga inn­tøku upp á 93.000 krón­ur, sum skal skatt­ast. Hví skal hetta vera øðr­vísi fyri lands­stýr­is­fólk?
At skipanin verður gjøgn­um­skygd er gott. At pen­sjóns­skip­an­in hjá pol­iti­k­ar­um kem­ur nið­ur í skila­fólka­h­ædd aft­­ur við pen­sjóns­inn­gjaldi, sum vit øll kunnu verða be­kent, er eisini gott.
Setið skipanina í gongd alt fyri eitt. Men hækkið lønirnar spakuliga upp á eitt 10 ára skeið. So hava vit pol­it­ik­ar­ar, sum vit vilja gjalda fyri.