Oddaliðið gjørdi skjótt av

Fyrstu lítlu løtuna er tað einki, sum bendir á, at EB/Streymur ikki skal vinna fulla úrtøku í Klaksvík.

Sorin Anghel hevði longu í 1. minutti góða roynd ímóti KÍ málinum, og tá ið tríggir minuttir vóru farnir, var bólturin longu í KÍ málinum.

Toppskjúttin Arnbjørn Hansen legði innfyri úr høgru, og Hans Pauli Samuelsen smekkaði við handara stólpan bóltin framvið Jákupi Mikkelsen í KÍ málinum.