Oddaliðið í Klaksvík

Eftir framúr byrjanina upp á árið fær KÍF trupla uppgávu móti Mjølni, sum ikki hevur ráð at missa nakað. Og hjá monnunum verður stóri dysturin í Sørvági

Flogbóltur

Tríggir dystir verða leiktir í bestu kvinnudeildini í flogbólti um vikuskiftið.Størsti spenningurin kring hesar er helst í Klaksvík, har KÍF kemur á vitjan. Hevði stigatalvan sæð út soleiðis, sum hon plagar at gera, so var einki at ivast í, at her lógu tvey trygg stig og bíðaðu eftir Mjølnir, men tað gera tað á ongan hátt hesaferð.
Mjølnir hevur í ár fingið eina byrjan, har liðið ikki er at finna í oddinum, og einamest hevur KÍF veruliga gjørt um seg í ár. Liðið er styrkt við útlendskum leikarum, og saman við teimum heimligu hava hesar syrgt fyri, at fyrstu fýra dystirnir hava kastað átta stig av sær. So er spurningurin, hvørt talan verður um tvey stig afturat leygardagin, ella um Mjølnir nú fer at gera um seg.
Sunnudagin verða so tveir dystir leiktir. Í Trongisvági er eingin ivi um, at TB man vera liðið, sum er best fyri, tá tær taka ímóti Fleyr. TB hevur framvegis eitt av sterkastu liðunum í landinum, og einki er at ivast í, at tær aftur í ár fara at stríðast heilt frammi í oddinum. Fleyr hevur hinvegin enn ikki fingið eitt lið, sum stendur mát við glæsuligu úrslitini í søgubókunum, og tí skal ikki roknast við, at tær gera tað heilt stóra um seg hesaferð.
Seinasti dysturin verður á Giljanesi, har Dráttur tekur ímóti meistarunum úr ÍF. Enn hevur ÍF so ikki sýnt nakað meistaraspæl í ár, men partvíst man tað eisini koma av skaðunum, sum hava rakt liðið. Enn eru tær tó ikki heilt afturúrsigldar, og megna tær at venda gongdini nú, so røkist kanska fyri, at tær hóast alt verða nakað drúgvari, enn stigatalvan í løtuni ber boð um.

Spenningur í Sørvági
Hjá monnunum eru tveir dystir á skránni um vikuskiftið. Stóri spurningurin her man vera, hvussu tað fer at tørna út, tá SÍ og ÍF fara at takast í Sørvági. Saman við Mjølnir eru hetta liðini, sum roknast kann við í oddinum, men hvørki teirra hevur higartil sýnt somikið sannførandi avrik, at ein oddasessur eigur at vera sjálvskrivaður.
Tað hevur Mjølnir hinvegin, og tá Fram kemur á vitjan leygardagin, er einki at ivast í, at klaksvíkingar ætla sær tvey stig afturat. Fram er í løtuni í holt við at byggja sær eitt nýtt lið upp, og tó at talan gjørdist um sigur móti Fleyr, so skal helst meira enn til, um klaksvíkingarnir skulu takast á bóli.