Oddaliðini á heimavølli

Heldur ikki hjá kvinnunum tykist stórvegis spenningur vera um dystirnar hetta vikuskiftið.
Í Klaksvík fáa kvinnurnar hjá Mjølni eisini vitjan av ÍF. Tað høvið vilja tær á heimaliðnum helst nýta til at prógva, at talan var um ein kiksara móti TB herfyri, og soleiðis sum stigatalvan nú sær út, so hevur Mjølnir heldur ikki ráð til at missa nakað.
TB skal sunnudagin royna seg á heimavølli, tá SÍ kemur á vitjan. Enn hevur SÍ so ikki fingið nakað stig, og tað skal helst undir ongum umstøðum roknast við, at tey fyrstu koma til høldar á útivølli móti liðnum, sum nú hóttir við at skumpa Mjølnir til viks av flogbóltstrúnuni.