Oddalini í FA-finaluni

Manchester United og Chelsea spældu seg um vikuskiftið í finaluna í ensku FA-Cup. United vann leygardagin tryggan 4-1 sigur á Bolton við málum frá Rooney (2), Ronaldo og Richardson. Sunnudagin dystaðist Chelsea móti Blackburn, sum beit væl frá sær. longd leiktíð mátti til, og her eydnaðist Michael Ballack at skjóta avgerandi málið til 2-1. Í vanligu leiktíðini legði Lampard Chelsea á odda, men Jason Roberts javnaði fyri Blackburn.