Oddbjørn: HB er ikki úti av FM-stríðnum (FM1)

(FM1) Oddbjørn Joensen var gestur hjá Tróndi Arge í Fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag

(Fótbóltspanelið við Oddbirni Joensen)

- um KÍ spælir tveir javnleikir móti NSÍ og B36 í teimum útsettu dystunum, og kemur HB í eina góða gongd, so kann HB saktans røkka FM-heitinum. Hetta heldur Oddbjørn Joensen, ið var gestur hjá Tróndi Arge í fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin.

Oddbjørn og Tróndur umrøddu UEFA Super Cup dystin millum Liverpool og Chelsea, nomineringina hjá UEFA av ársins leikarum, har tað stendur millum Lionel Messi, Cristiano Ronaldo og Virgil van Dijk.

Oddbjørn og Tróndur settu eisini 19. umfar í Betrideildini hjá monnum undir luppin:

Leygardagin klokkan 15: B36-TB (FM1 sigur frá dystinum)

Leygardagin klokkan 19.45: KÍ-Skála (FM1 sigur frá dystinum)

Sunnudagin klokkan 15:

Víkingur-EB/Streymur (FM1 sigur frá dystinum)

AB-NSÍ (FM1 sigur frá dystinum)

HB-ÍF 

Oddbjørn hevur topp-5 liðini sum favorittar til at vinna sínar dystir móti botn-5 liðunum.

(Fótbóltspanelið við Oddbirni Joensen)