Oddbjørn hevur greitt setningin

HB hevur knívin á barkanum, tá ið meistararnir fara um ánna at dystast við meistaravenjaran

Á Argjum vóru teir lættir um hjartað mikukvøldið, tá ið 2-1 sigurin á Svangaskarði var komin til høldar,og tá ið tað harvið var greitt, at tað eisini næsta kappingarár verður Effo fótbóltur inni í Vika.

-Vit eru nøgdir við avrikið, tá ið umstøðurnar verða havdar í huga, og vit eru sera væl nøgdir við úrslitið, er viðmerkingin úr AB. Undan kappingarbyrjan var málið sett hægri, men síðani Oddbjørn Joensen varð venjari, hevur málið verið at sleppa undan niðurflyting.

Fyri einum ári síðani hevði Oddbjørn Joensen ábyrgdina av HB liðnum, sum vann FM. Hann fekk ikki høvi at halda fram. 3. August vunnu Oddbjørn og AB 2-1 á HB í Gundadali. Hetta tapið kann vísa seg at vera avgerandi í strembanini hjá HB at endurvinna FM. Um HB tapir í dag, so er møguleikin burtur.

 

Í gjár fylti HB 110 ár. Tað var ikki akkurát føðingardagsgávan, sum tey í sigursvanda felagnum høvdu ætlað sær, tá ið tað varð greitt, at næstbesta liðið flytur niður í 2. deild.

 

Serliga í 2. hálvleiki vísti HB mikukvøldið góðan hugburð og gott avrik ímóti Víkingi, sum noyddist til hús aftur við 2-1 tapi.

-Vit eru sera fegnir um sigurin. Hugburðurin var góður eftir steðgin, vit arbeiddu væl, og tað bar sigurin við sær. Serliga hugaligt var tað, at vit megnaðu at reisa okkum, hóast teir beinanvegin javnaðu. Vit hildu høvdið kalt, og hetta var uppiborið, staðfestir annar av HB málskjúttunum Kristin R. Mouritsen.

Hjá Heðini Askham og HB kemur tað illa við, at Jóhan Troest Davidsen mikukvøldið breyt armin. Poul Ingason er framvegis leikbannaður, og Christian R. Mouritsen, Gunnar Haraldsen og Símun Samuelsen eru framvegis skaddir.

Hjá AB eru Sorin Anghel og Jógvan Skeel Nolsøe skaddir.