Oddny er dekkari við Breiðanesi

Hon hevur hugsað um at fara á skiparaskúla, men teir tankarnir eru við at hvørva.

Oddny Hanusardóttir úr Hvalba siglir sum dekkari við Breiðanesi, sum partrolarar saman við Hamranesi.

 

- Her hjálpir eingin góða mamma, ei heldur nakar góði babba, hóast babba er skipari. Eg má klára meg sjálv, og klári eg tað ikki - ja, so má eg finna mær eitt annað arbeiði.

 

Tað segði Oddny Hanusardóttir smílandi og sannførandi, tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð á Breiðanesi eitt kvøld fyrr í hesi vikuni.

 

Oddny Hanusardóttir er ein av fáu kvinnuligu “sjómonnunum” í føroyska skipaflotanum. Á sumri í 2015 fekk hon studentsprógv á skúlanum í Hovi, og í september sama ár mynstraði hon við Breiðanesi. So var hon ein túr við Baki og ein við Stelki og fór so aftur við Breiðanesi.

 

Við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini sigur hon, at henni dámar sjólívið væl, hóast tað kann vera strævið viðhvørt. Hon hevur lært nógv um sjólívið, og hon hevur lært seg sjálva betri at kenna og er vorðin ment sum persónur.

 

- Eg arbeiði saman við hinum dekkarunum, tá vit hála trolið inn og fáa tað út aftur, tá vit kryvja og fáa fiskin í kørini í lastini. Er trolið skrætt - ja, so hjálpi eg til við at bøta og at fáa trolið heilt aftur. Nei, her hjálpir hvørki góða mamma ella góði babba, sigur Oddny Hanusardóttir skemtandi.

 

Hon ivast tó í, um hon skal viðmæla øðrum ungum gentum at royna tað sama.

 

- Bæði ja og nei! Tað skal bæði fysisk og mental styrki til, tí hetta er strævið arbeiði, og so eru vit heimanífrá í fleiri dagar. Haraftrat kann tað vera trupult at gevast, tí fólk kunnu gerast bundin av góðari inntøku.

 

Oddny Hanusardóttir vísir á, at vanliga tjenar sjófólkið væl og brúkar óivað minni av pengum enn tey, sum eru heima, og tí er lættari at spara pening saman við at sigla, sigur Oddny Hanusardóttir.

 

Hon hevur hugsað um at fara á skiparaskúla, men tær hugsanirnar eru við at hvørva. Í staðin hugsar hon um at gevast við sjólívinum í summar og fara at læra til hárfríðkanarkvinnu.

 

- Sjófólkið missir nógv av familjulívinum og heimalívinum annars, heldur Oddny Hanusardóttir, sum sjómanstrúboðarin hitti umborð á Breiðanesi.

 

Seks mans eru við Breiðanesi, og Hanus Poulsen er skipari. Seks mans eru eisini við Hamranesi, og so eru fýra avloysarar, sum eisini hoyra til skipini.