##med2##
Hoyr samrøðuna við Odmar Færø við at trýsta á pílin omanfyro
Tað er í kvøld klokkan 19.45, at føroyska manslandsliðið skal spæla móti Danmark í Parkini. Ein av teimum, sum væntandi verður við frá byrjan er Odmar Færø.
- Seinast við spældu móti Danmark var ein stór uppliving og tað var nær við, at vit fingu tað úrslitið vit ynsktu. Hetta er ein stór avbjóðing, men eg havi bara positivar tankar. Hetta er ein møguleiki at rætta upp á dystin á Tórsvølli. Vit hugsa aldrin, at ein uppgáva er ómøgulig, sigur Odmar Færø, og leggur afturat:
- Danmark er ein av teimum torførastu uppgávunum í løtuni. Teir eru í góðum formi og vísa tað fram upp á góðar mátar. Kláraðu seg væl til EM, hava vunnið allar dystirnar uttan at lata mál inn í undankappingini, og skjóta nógv mál. Men tað vísti seg seinast, at teir fingu tað trupult móti okkum, sigur Odmar Færø, ið eisni ásannar at Danmark kann stilla upp við einum sterkari liði.
FM1 sigur frá dystinum, sum verður klokkan 19.45 í kvøld.