Óður ST-leiðari: Skattið ovurstór yvirskot hjá orkufeløgunum

Orkufeløgini hava vunnið fleiri hundrað milliardir krónur í ár. Grammleikin er av versta slag, sigur Guterres.

 

BP er eitt av oljufeløgunum, sum hevur hava ovurstóran vinning av hækkandi bensinprísunum. Í øðrum ársfjórðingi hevði felagið eitt yvirskot upp á 9,3 millardir dollarar ella umleið 68 milliardir krónur. Russiska kríggið í Ukraina hevur verið viðvirkandi. - Foto: Glyn Kirk/Ritzau Scanpix

ST aðalskrivarin, António Guterres, finst harðliga at »groteska grammleikanum«, sum olju- og gassfeløgini og íleggjarar teirra standa fyri.

Hann heitir á londini um at leggja ein nýggjan skatt á risa stóra vinningin, sum feløgini fáa í hesum tíðum.

Og brúkið innkravda skattin til at hjálpa teimum fátøku og viðkvomu, sigur hann.

Áheitanin kemur eftir ein fyrsta ársfjórðing, har størstu oljufeløgini hava havt eitt yvirskot nærindis 100 milliardum dollarum, sum svarar til 733 milliardir krónur.

Orðini fullu í ST, eftir at Guterres hevur almannakunngjørt eina frágreiðing um avleiðingarnar av Russiska krígnum í Ukraina.

– Tað er ómoralskt, tí olju- og gassfeløgini fáa metvinning burtur úr hesi orkukreppuni, sum fer at kosta nógv fyri tey fátøku og samfelagið. Og fer at verða sera dýrt fyri veðurlagið.

– Eg heiti á allar stjórnir um at skatta hendan grova vinning og brúka pengarnar til at stuðla tey mest viðkvomu fólkini í hesum truplu tíðum, sigur Guterres.

– Og eg heiti á fólk allastaðnis um at senda ein greiðan boðskap til oljuídnaðin og fíggjarmen teirra: Hesin grovi grammleikin revsar tey fátækastu og tey viðkvomu menniskjuni, meðan hann oyðileggur einasta felags heim okkara.

Hann minnir á, at tey størstu orkufeløgini høvdu eitt yvirskot upp á næstan 100 milliardir dollarar í fyrsta ársfjórðingi. Og at BP, ExxonMobil, Chevron og Shell eisini hava boðað frá ovurstórum yvirskotum í øðrum ársfjórðingi.

/ritzau/AFP

 

BP er eitt av oljufeløgunum, sum hevur hava ovurstóran vinning av hækkandi bensinprísunum. Í øðrum ársfjórðingi hevði felagið eitt yvirskot upp á 9,3 millardir dollarar ella umleið 68 milliardir krónur. Russiska kríggið í Ukraina hevur verið viðvirkandi. - Foto: Glyn Kirk/Ritzau Scanpix