ØLL børn eiga at sleppa í skúla!

Nú Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið lýsa verkbann, eru vit í teirri álvarsomu støðu, at landsstýrið sjálvt ígjøgnum ósemjuna, gerst virkin partur í at diskriminera ein úrvaldan skara av skúlabørnum. Gangi út ífrá, at einki landsstýri ynskir ella kann verja tað. Ein loysn má finnast her og nú.


At eitt verkfall aftur rakar ein ávísan bólk av børnum, kunnu og eiga vit á ongan hátt at góðtaka! Tað er brot á, ikki eina, men fleiri §§ í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Føroya Landsstýri hevur skyldu at tryggja, at børn, við serstøkum avbjóðingum, hava somu rættindi sum onnur børn. At øll børn hava rætt til skúlagongd og ikki minst, at øll eru eins fyri lógini.

 

Sáttmáli ella ei, so kann tað ikki vera rætt, at fólk, ið bera brek, verða viðgjørd øðrvísi og verri enn onnur, tá verkfall rakar. Og skeivari gerst tað ikki, enn tá eitt verkfall rakar børnini so beinleiðis, sum her.


At fara í verkfall er eitt amboð, ið fakfeløg kunnu og noyðast at brúka, tá einki annað er at gera. Og tí eru hesi orð ikki vend ímóti námsfrøðingum ella felag teirra. Tvørturímóti. Skilji betri enn væl tørv teirra á hægri løn og betri arbeiðsumstøðum, og stuðli tí til fulnar.


Men, avvarðandi landsstýri má handla, so tað ikki hendir, at summi børn – tey, sárbærastu – verða send til hús, ímeðan hini børnini, sum vant, fara í skúla.


Longu í 2012 lovaði táverandi landsstýrismaður í skúlamálum í svari uppá fyrispurning frá undirritaðu, at arbeitt fór at verða við – í friðartíð – at tryggja, at tað ongantíð aftur fór at henda, at børn, nøkur børn, ikki sluppu í skúla, tí verkfall var. Og skiftandi landsstýrisfólk hava lovað tað sama. Tað er bara ikki hent.


Gott at hoyra landsstýrismannin í skúlamálum siga, at hann í kvøld fer at heita á partarnar báðar um alt fyri eitt at finna eina loysn á hesum máli. Tað mugu partarnir gera. Og landsstýrið hevur eina heilt serstaka ábyrgd her!


Eri so rørandi samd við Javna, ið sigur at: “Ein skúlaskipan, ið loyvir diskriminering av skúlagongdini hjá næmingunum, er hvørki í samsvari við fólkaskúlalógina, við ST sáttmálan um rættindi einstaklinga, ið bera brek, ella við mannarættindasáttmálar sum heild”.


Mismunur gjørdur á skúlabørnum kann ikki góðtakast!



Bjørt Samuelsen,


tingkvinna