Øll nevndin afturvald

Havnar Badmintonfelag hevði aðalfund 5. november, har øll nevndin bleiv afturvald. Nevndin hevur skipað seg soleiðis:  Marjun Niclasen, forkvinna, Katrin Jacobsen, næstforkvinna, Dorthea Thomsen, peningarøkil, Jacob Horn Nielsen, nevndarlimur. Tiltakslimirnir eru Durita í Grótinum og Yngvi Guttesen.



- Havnar Badmintonfelag  hevur verið sera virkið hetta seinasta árið, og skipað hevur verið fyri fleiri tiltøkum, venjingarlegum og uttanlandsferð til Íslands. Felagið hevur stórar avbjóðingar fyri framman, tí badminton er ein ítróttargrein í menning og limatalið økist í hvørjum. Nevndin gleðist um vaksandi limatalið, og um stóra arbeiði sum allir venjarar gera hvørja viku fyri HBF. Økta limatalið ger tó eisini, at felagið manglar hallartímar í einari trongari høll og alla tíðina hevur brúk fyri fleiri venjarum til ymisku liðini. Hetta eru tí mál, sum nevndin eisini hevur sett sær fyri at arbeiða við, skrivar nevndin í tíðindaskrivi.