Ørvur er føroyameistari

8-mannafør: Heiðabáturin hótti av álvara, meðan fuglfirðingar mistu eitt vet í endaspurtinum

Ørvur hjá Havnar Róðrarfelag er føroyameistari í kappingini millum 8-mannaførini. Ørvur vann ólavsøkuróðurin, og at Ørvur vann enn eitt FM heiti til Havnar Róðrarfelag, er staðfesting av, at talan er um framúr kappingarár hjá størsta róðrarfelagnum í landinum.

 

Ørvur og Heiðabáturin fingu góðan start, meðan Gullbrandur úr Fuglafirði, sum undan ólavsøkuróðrinum hevði møguleika at vinna FM, ikki var so stinnur í fyrstu tøkunum. Eftir startspurtin fótaði Gullbrandur sær smátt um smátt, og Gullbrandur var eina løtu við í kappingini um næstfremsta plássið.

 

Ørvur var fremstur mest sum allan teinin, men í endaspurtinum vísti tað seg, at Heiðabáturin hevði meiri orku enn undanfarnu ferðirnar, og guli báturin bjóðaði av álvara av í kappingini um fremsta plássið, sum tað tó eydnaðist sannførandi Ørvi at halda tørn um.

 

1 Ørvur (HR)04:31.22+00.007 
2 Heiðabáturin (NSÍ)04:31.45+00.466 
3 Gullbrandur (ÍF)04:33.13+01.825 
4 Argjabáturin (AR)04:43.17+11.904 
5 Kvívíkingur (KSR)04:44.05+12.663 
6 Sørvingur (SR)04:46.47+15.502 
7 Gøtu Tróndur (TIND)04:54.25+23.061 
8 Nevið Reyða (KRF)05:00.15+28.860 
9 Tórsbáturin (HR)05:08.44+37.440
1 Ørvur (HR)746 
2 Gullbrandur (ÍF)743 
3 Heiðabáturin (NSÍ)736 
4 Kvívíkingur (KSR)727 
5 Argjabáturin (AR)720 
6 Sørvingur (SR)712 
7 Gøtu Tróndur (TIND)712 
8 Tórsbáturin (HR)30 
9 Nevið Reyða (KRF)10

 

rsf.fo