Í dag hevur venjarin hjá besta liðnum hjá B68, Øssur Hansen, boðað nevndini í felagnum frá, at hann hevur valt siga seg úr starvinum.
- Eftir at hava umhugsað støðuna hjá okkara besta liði – og eisini støðuna hjá mær sjálvum – haldi eg tað vera rætt, at okkara leikarar fáa ein nýggjan venjara.
Í fráboðanini til nevndina sigur Øssur Hansen, at besta liðið hevur ein góðan hóp, og at B68 hevur eina góða nevnd, sum hevur flutt felagið rætta vegin.
- Men, leikararnir hava brúk fyri einum venjara, sum er fullur í orku og sum er førur fyri at venda gongdini, og eg kenni meg ikki at hava neyðugu orkuna í løtuni, ásannar Øssur Hansen.
Formaðurin í B68, Ian D. Jacobsen, sigur, at nevndin í felagnum harmast um avgerðina hjá Øssuri Hansen, men skilir hansara avgerð.
- Vit ynskja at halda fram við samstarvinum, tí sjálvt um marginalarnir ikki eru falnir okkara veg enn, ivast vit ikki í, at B68 fer at reisa seg aftur. Vit trúgva, at spælihátturin, sum Øssur Hansen hevur slóðað fyri á besta liðnum, fer at bera á mál í síðsta enda, sigur formaðurin.
Ian D. Jacobsen leggur aftrat, at Øssur Hansen nú fer at taka frí frá fótbóltinum á hægsta stigi í eina tíð, men formaðurin fegnast um, at Øssur Hansen ikki er avvísandi fyri at vera knýttur at felagnum í onkrum øðrum samanhangi.
- Vit takka Øssuri Hansen fyri tíðina sum høvuðsvenjari, og vit eru sera fegin um framgongdina, sum hann hevur veitt felagnum hesi seinastu árini, sigur formaðurin í B68.