Øssur sýnir fram í Fuglafirði

Framsýningin hjá Øssuri Mohr er opin til sunnudagin

Hetta vikuskiftið er varmakeldustevna í Fuglafirði, og har ber til at síggja listaframsýning hjá Øssuri Mohr í Ribarhúsi.

 

Øssur Mohr, sum er búsitandi í Danmark, har hann arbeiðir við list burturav, hevur leitað sær aftur til heimbygdina at sýna fram.

 

Á framsýningini eru størri og smærri oljumálningar, og hann hevur eisini gjørt onkur smærri verk á pappír við olju, vatnlitum og kriti. Hann hevur arbeitt við verkum til hesa framsýning í tvey ár.

 

Framsýningin er opin í dag kl. 11-18 og sunnudagin kl. 14-18, tá ið hon endar. Sunnudagin klokkan 15 spælir MC Restorff nakrar sangir. Listamaðurin verður eisini til staðar sunnudagin.

 

##med2##

 

MC Restorff spælir nakrar sangir í Ribarhúsi sunnudagin klokkan 15