Athen: 28. og 29. november 2006royndarkoyrdu vit nýggja Mazda BT-50 í Athen í Grikkalandi. BT-50 avloysir B-2500, sum hevur verið á marknaðinum síðan 1998.
Í heilt stuttum kann sigast, at Mazda BT-50 er ein nútímans pickup og ein ”rættuligur offroadari”, ið lastar nógv, orkar væl at draga og kann koyra allastaðni. At bilurin klárar seg væl uttan fyri vanliga koyrivegin, fingu vit sannroynt á “Attart Off Road Park”, nærhendis Athen.
BT-50 er ikki bert ein slitsterkur og haldbarur arbeiðsbilur, men eisini
ein flottur stílfullur bilur til tey, sum vilja hava ein bil, sum sær út av nøkrum við eykaútgerð sum t.d. boylum, gáttum o.s.fr.
B-serian hjá Mazda hevur 45 ár á baki - teir fyrstu komu í 1961. Mazda hava verið í Føroyum síðan 1967, og B-1600 vóru teir fyrstu pickup-arnir, sum komu hendan vegin. Tað sum hevur eyðkent hesar bilar heilt frá byrjan er slitstyrki, og at talan er um bilar, sum koyra uttan trupulleikar. Faktiskt hava teir verið roknaðir sum beinleiðis arbeiðsamboð hjá eitt nú handverkarum, bóndum o.s.fr.
Hesin nýggi BT-50 verður við til at leiða B-seriuna inn í 21. øld sum ein nútímans “off roadari”.
Nýggjur motorur
Tað er ikki bert bilurin, sum er nýggjur, motorurin er eisini nýggjur. Talan er um ein 2,5-litur common-rail turbodiesel við bleytari og ljóðleysari motorgongd. Hesin hevur 143 hk við einum snúningsmometi upp á 330 Nm. Ein økonomiskur og sera kvikur motorur, sum koyrir frá 0-100 km/t upp á einans 11,9 sekund.
Mazda BT-50 er ein av „svervektarunum“ í sínum klassa. Í teimum ymisku útgávunum (alt eftir hvussu stór lastin er), lastar hann millum 1.118 og 1.172 kg, og kann draga ein viðfestisvogn, sum vigar upp til 3 tons. Í Danmark og Føroyum verða BT-50 einans seldir sum 4x4 við við reduktiónsgiri.
Innan er BT-50 sum ein vanligur persónbilur. Allar útgávurnar hava sum standard t.d. airbag, el-síðurútar, el-síðuspegl, sentrallás, hita í setrunum og radio við fløguspælara og møguleika til MP3-spælara.
Regular, Freestyle og Double Cab
Mazda BT-50 verða marknaðarførdir í trimum ymiskum útgávum: Regular Cab, Freestyle Cab og Double Cab.
Regular Cab 4x4 er tann bíligasti við minstu kabinuni við tveimum síðuhurðum og longstu lastini upp á heilar 2.280 mm. Regular Cab fæst eisini sum ”chassis” til trælast e.l.
Freestyle Cab 4x4 hevur størri kabinu og fýra síðuhurðar, har tann “ósjónliga” bakhurðin kann latast upp, og eingin mittarstólpi er millum hurðarnar. Hetta ger, at bilurin er sera arbeiðsligur, og lætt er at handfara arbeiðsamboð ella hvat tað skal vera inn og út úr kabinuni.
Double Cab 4x4 hevur størstu kabinuna við tveimum røðum av setrum og fýra síðuhurðum - sum á einum vanligum persónbili. Er væl egnaður sum mannskapsbilur ella hjá teimum sum hava brúk fyri stórari kabinu og last.
Frá Bilasøluni í Hoyvík verður sagt, at Mazda BT-50 koma fyrst í nýggja árinum.