Offshore Northern Seas byrjar í morgin

Fleiri føroyskar fyritøkur luttaka á stóru oljumessuni.

Stóra oljumessan í Stavanger, Offshore Northern Seas, stytt ONS, byrjar í morgin, týsdagin 28. august. Sum vanligt eru fleiri føroyskar fyritøkur við á messuni.

Uttanríkistænastan hevur saman við Oljuvinnufelagnum samskipað føroyska landabásin, og ikki minni enn 13 fyritøkur umframt Oljuvinnufelagið, Uttanríkistænastan, Vinnumálaráðið og Jarðfeingi luttaka. Eisini vitja Johan Dahl, landsstýrismaður í oljumálum, og løgmaður, Kaj Leo Johannesen, føroyska básin.

Umframt básin á sjálvari messuni eru føroysku fyritøkurnar partur av móttøku, sum verður umborð á Westward Ho mikudagin 30. august. Móttøkan verður samskipað av Tórshavnar Kommunu saman við Runavíkar Kommunu, har móttøkuluttakararnir fáa brellbitar av føroyskum tónleiki, mentan og mati.

Føroysku fyritøkurnar, sum eru við á ONS í ár, eru Atlantic Supply Base, Pam Off­shore, Runavíkar Havn, Thor, Atlantic Airways, Tórshavnar Havn, Vónin, Statoil, Atlantic Petroleum, Shefa, Vágs Havn, Tvøroyrar Havn og Supply Service.