Smáir túrar og spontanar løtur geva ofta mest

- At sleppa út at ferðast hevur stóran týdning fyri meg, bæði fyri at fáa nýggjan íblástur og fyri at sleppa eitt sindur burtur úr gerandisresinum, sigur Helena F. Jørmundsson

 

- Okkum dámar væl at hava pláss til at vera spontan og leypa avstað, tá tað góða veðrið vísir seg

Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?

 

- Eg fari ein túr av landinum at hátíðarhalda eina serliga løtu, men størsti parturin av summarferiuni verður hildin heima í Føroyum.

 

Tað sigur Helena F. Jørmundsson.

 

Sig eitt sindur um tínar ferðaplanir í ár?

 

- Okkara summarferia byrjar í Keypmannahavn. Gávudóttir mín verður liðug við útbúgving, og tí fara maki mín, yngsti sonurin og eg niður at hátíðarhalda løtuna saman við henni, áðrenn vit øll koma heim at hátíðarhalda hennara stóra bragd saman við familju og vinfólki.

 

Helena sigur, at restin av summarferiuni verður í Føroyum.

 

- Okkum dámar væl at hava pláss til at vera spontan og leypa avstað, tá tað góða veðrið vísir seg. Í ár hava vit eisini ein eitt ára gamlan son við okkum, sum setir onnur krøv til, hvussu dagarnir verða brúktir.

 

Hon vísir á, at eitt langt vikuskifti er lagt av til ársins G! Festival.

 

- Vit húsast hjá mammu við Gøtugjógv, sum hevur verið karmur um okkara festivalar, síðan G! Festivalurin fyrstu ferð sá dagsins ljós.

 

Helena F. Jørmundsson sigur, at tá var tað omman, sum búði har, og seinastu árini hevur mamma verið vertur eftir, at hon keypti sítt barndómsheim.

 

Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja?

 

- Eg havi ferðast nógv runt í Føroyum, bæði sum skóti og í sambandi við arbeiðið, og á stimitúrum við familjuni havi eg verið í næstan øllum oyggjum. Nú mangla tríggjar oyggjar, Fugloy, Stóra Dímun og Lítla Dímun.

 

Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast?

 

- At sleppa út at ferðast hevur stóran týdning fyri meg, bæði fyri at fáa nýggjan íblástur og fyri at sleppa eitt sindur burtur úr gerandisresinum. Tað gevur mær høvi at uppliva nýggj støð, mentanir og menniskju, sum víðka mína fatan av heiminum.

 

Og hon leggur aftrat:

 

- Samstundis setir hetta størri virðið á tað, sum vit hava heima í Føroyum, tá ein kemur heimaftur.

 

Hon heldur, at ferðir eru ein góður máti at skapa minnir saman við familjuni.

 

- Serliga, nú vit hava børn, kennist tað týdningarmikið at geva teimum góðar upplivingar og samveru, har gerandisligar skyldur sleppa eitt sindur til viks.

 

Helena F. Jørmundsson heldur ikki, at ein ferð altíð nýtist at vera at fara langt burtur.

 

- Tað eru ofta teir smáu túrarnir og spontanu løturnar, sum geva mest, sigur hon.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, eru fleiri fólk spurd um sínar ferðaplanir í summar.

 

Lesið eisini: At ganga í náttúruni er gott fyri sál og sinni

 

https://www.in.fo/news-detail/at-ganga-i-natturuni-er-gott-fyri-sal-og-sinn

 

- Okkum dámar væl at hava pláss til at vera spontan og leypa avstað, tá tað góða veðrið vísir seg