Norska Nobel-nevndin hevur ikki færri enn 156 uppskot at velja ímillum, nú hon skal gera av, hvør skal fáa Friðarheiðursløn Nobels 2002. Nevndin hevur fingið uppskot um 117 persónar og 39 felagsskapir.
Millum felagsskapirnar, sum eru í uppskoti, er altjóða Reyði Krossur. Tá friðarheiðurslønin varð latin fyrstu ferð í 1901, varð hon latin manninum, sum stovnaði Reyða Kross, Henri Dunant.
Í norsku deildini hjá Reyða Krossi halda tey, at tíðin er komin, til at felagsskapurin hjá Dunant eigur at fáa heiðurin. Jan Egeland, aðalskrivari sigur, at felagsskapurin eigur at fáa friðarheiðurslønina í ár.
-Tað hevði verið mennandi fyri virksemið og hevði samstundis verið ein virðismikil viðurkenning av tí arbeiði, sum okkara nógvu limir gera allastaðni, har tað leikar á kring heimin. Har bjarga fólk okkara mannalívum hvønn einasta dag, sigur Jan Egeland.
Sjálvur hevur hann arbeitt í tólv krígsumráðum og vísir á, at tey, sum arbeiða fyri Reyða Kross, eru vanliga ikki tey, ein hoyrir mest um. Tað eru heldur ikki altíð tey, sum fáa tey fyrstu úrslitini, sum fáa ta mestu umrøðuna, sigur hann. Tí kunnu vit kalla tey ókendar hetjur, sigur Jan Egeland.
Khatami, Karzai og Bono
Norska Nobel-nevndin er eins og tey mongu undanfarnu árini sera hulin. Øll skjøl eru stemplað loynilig, og nevndarliminir hava fulla tagnarskyldu, sum teir eisini halda til fulnar. Tað einasta, sum er likið út, er, at nógvir persónar og felagsskapir hava verið í uppskoti fyrr, men at 70 nýggj nøvn eru í ársins yvirliti.
Á norska friðargranskingarstovninum halda tey, at iranski forsetin, Mohammad Khatami, hevur besta møguleikan at fáa ársins friðarheiðursløn. Tey vísa á, at Khatami er tann leiðarin í tí muslimska heiminum, sum hevur lagt størsta dentin á at demokratisera viðurskiftini í heimlandinum.
Ein annar møguleiki, sum friðargranskingarstovnurin nevnir, eru teir báðir amerikansku politikararnir Richard Lugar og Sam Nunn, sum seinastu tíggju árini ótroyttiligir hava virkað fyri at tryggja gamalt geiðslavirkið burturkast í gamla Sovjetsamveldinum.
Onnur halda, at afghanski forsetin, Hamid Karzai, eigur at fáa heiðurslønina, og uppaftur onnur peika á rockstjørnuna Bono í bólkinum U2. Tað eru tó tey, sum ivast í, hvussu rætt tað hevði verið at latið Karzai friðarheiðurslønina, tí í eygunum á mongum umboðar hann USA meiri enn tað afghanska fólkið.
Um Bono er í hvussu er tað at siga, at fær hann heiðurslønina, hevur norska Nobel-nevndin tryggjað sær, at ársins friðarheiðursløn fær umrøðu.
Bush og Castro
Men nevndin hevur eisini nógv onnur at velja ímillum. Nógv bendir á, at tað áralanga borgarakríggið í Sri Lanka fær ein enda í næstum, og forsætisráðharrin á oynni, Ranil Wickremesinghe, er millum uppskotini, sum nevndin hevur fingið. Spurningurin er so, at norski luturin í semingsroyndunum í Sri Lanka hevur nakran týdning í hesum viðfangi.
Norski Framburðsflokkurin hevur skotið upp at lata George W. Bush, forseta og Tony Blair, forsætisráðharra friðarheiðurslønina í ár fyri arbeiði teirra ímóti altjóða yvirgangi og at tryggja heimsfriðin. Men keldur í Oslo vænta ikki, at hetta uppskotið fer at vinna frama.
Onnur á listanum eru kubanski forsetin Fidel Castro, fyrrverandi borgarstjórin í New York Rudolph Giuliani, fyrrverandi amerikansku forsetarnir Jimmy Carter og Bill Clinton, kekkiski forsetin Vaclav Havel, Jóhannes Páll pávi og amerikanski friðarsemingsmaðurin Richard Holbrooke.
Millum felagsskapirnar, sum eru í uppskoti, eru umframt Reyða Kross katólski hjálparfelagsskapurin Sant'Egidio, Evropeiski mannarættindadómstólurin og og Frelsunarherurin.
Ársins friðarheiðursløn er 10 milliónir svenskar krónur, sum verða handaðar vinnaranum á føðingardegi Alfred Nobels tann 10. desember saman við heiðursbrævi.