Og Smyril kom  30 ára minni

Thomas Arabo, fyrrverandi landsstýrismaður og stjóri á Strandferðsluni hugleiðir her um tíðina, tá núverandi Smyril kom til landið

Thomas Arabo

Molsrok í tinginum
Sjáldan hevur so nógv rok verið í føroyskum fjølmiðlum og á løgtingi sum á vári 1975. Finnbogi Ísakson var landsstýrismaður í samferðslumálum og legði fyrst í marts mánað upskot fyri tingið um at keypa Mortan Mols fyri 25,75 milliónir. Harafturat skuldi ferjan umbyggjast fyri 3-4 milliónir.
17. mars verður uppskotið samtykt við 15 atkvøðum. Skipið skuldi nýtast til suðuroyar- og uttanlandasigling. Uttanlandasiglingin skuldi byrja mánaðarskiftið mai / juni.
Møtumikil uppgáva
Eg arbeiddi á Strandferðsluni tá, og mín upgáva var at fáa alt klárt, so skipið kundi setast í sigling til ásetta tíð. Og her var sanniliga nokk at ríva í. Skipið skuldi mannast, umbyggjast, atløguviðurskifti gerast í Føroyum og útlondum, havnir finnast í Noregi og Íslandi, ferðamannadeild stovnsetast til uttanlandasigling og so mangt annað.
Væl gekst í hond, serstakliga tí øll, vit komu í samband við, og okkara starvsfólk bæði á sjógvi og landi, vóru so ótrúliga positiv og dúglig. 1 apríl kom skipið undir føroyskt flagg. Tað gekk stillisliga fyri seg - einki orkestur ongar talur. Tjóðsangurin bleiv sungin tá flaggið fór til tops og tað var tað.
Heimferð
Síðst í mai mánað fóru Finnbogi og eg so niður, so vit kundu sigla heim við skipinum. Ætlanin var at fara úr Frederikshavn 28 maj men okkurt kom í vegin, so vit fóru ikki fyrr enn 4 juni um kvøldið. Leiðin gekk til Keypmannahavnar eftir útgerð, umleið 100 nýggjum bilum og umleið 30 ferðafólkum. Á middegi grundlógsdag bleiv kósin so sett ímóti Føroyum.
Tá íð vit komu norður um Skagen var tung alda. Eg stóð rættuliga leingi á brúgvaveinginum tað kvøldið fyri at vita, hvussu skipið bar seg í sjónum, og mær dámdi bara væl. Hettar skuldi nokk ganga.
Nærkast Føroyum
Vit vistu, at tað var útróðrarverkfall heima, og at Havnin var blokerað, men ikki fyrr enn vit komu norð um Hetland fingu vit eina neyvari meting av støðuni, tí tá hoyrdu vit útvarpið. So tóku vit eitt prát við skiparan og góvu honum boð um at fara á Tvøroyri, tí ikki var komandi á Havnina. Harafturat skuldi hann syrgja fyri, at øll, sum tosaðu til lands, skuldu siga, at vit komu á Havnina. Vit vistu jú, at allur útróðrarflotin lurtaði á Tórshavn Radio.
Koma á Tvøroyri
Um nátturðatíð leygardag 7 juni komu vit so inn eftir Tvøráfjørði - eingin visti nakað, og tað var ein stuttlig sjón at síggja, hvussu fólk tusti úr hvørjum húsi, so hvørt vit komu inn eftir fjørðinum í dýrdarveðri. Ein útróðrarbátur royndi at leggja seg fyri ferjuskráan, men tá íð hann sá hettar stóra skipið nærkast, slapp hann sær burtur við ferð. Minst túsund suðringar vóru umborð hettar kvøldið, og øll vóru eitt sindur ovfarin og nøgd við tað, tey sóu.
Dagin eftir fóru vit til Vágs at visa skipið. Ìmeðan vit lógu har, komu boð umborð at Finnbogi skuldi ringja til Atla Dam løgmann. Boðini frá honum vóru greið: Verið til arbeiðis í Havn mánadagin og syrgið fyri, at uttanlandasiglingin byrjar týsdagin sum ætlað, og øll ferðafólk skulu við, sum hava keypt ferðaseðil.
So var farið umborð aftur á Smyril, og siglt var norður aftur á Tvøroyri, har skipið skuldi liggja til tað fór sína fyrstu uttanlandaferð.
Til Havnar vit fara
Mánamorgun tíðliga spákaðu vit báðir so inn til Áka Dimon, íð átti ein skjóttgangandi bát, og fingu hann at sigla okkum til Havnar. Tá vit komu inn ímóti Glyvursnesi avráddu vit, at best mundi vera at sleppa so stillsliga í land sum møguligt, so eingin bleiv provokeraður. Vit fóru tí í land á Argjum. Soleiðis endaði hendan ferðin hjá okkum báðum, ið fóru niður eftir einum stórum skipi, ið skuldi sigla inn eftir Havnarvág, við at tveir ulpuklæddir menn fóru spákandi út á Argjaboða at fáa kaffi frá konu mínari - vit búðu har úti.
Aftur til vaðbeinið
Tá ið kaffi var drukkið, koyrdi Anna okkum heim til Havnar. Nógv fólk var í havnargøtum, støðan var spent og tað tyktist sum verkfalsfólkið væntaði, at Smyril fór at koma á Havnina ella onkustaðni í Streymoynna eftir ferðafólki, ið skuldi til Noregs dagin eftir. Almennu skrivstovurnar í Havn blivu avbyrgdar, og verkfallsvaktir í Kollafirði, har Strandfaraskipini sigldu til og frá, byrjaðu at blíva meira agressivar.
Eg smoygdi meg inn á skrivstovuna hjá mær og tók øll relevant skjøl, og fór so niðan á Ferðamannafelagið til Sigurd Simonsen, sum umsat okkara uttanlanda bíleggingar.
Fyrireiking
Ferðamannafelagið helt til í veghædd við síðuna av tubbakshandlinum hjá Oskar Arge. Sigurd hevði tó verið so fyrivarin at hann hevði flutt allar ferðafólkalistar upp í eitt lítið kontór, sum hann hevði uppiá. Har bleiv so okkara arbeiðsrúm. Avgjørt bleiv, at Smyril skuldi blíva verðandi á Tvøroyri. Sostatt var tað okkara upgáva at fáa ferðafólk, gott hundrað í tali, og einar 20 bilar til suðuroyar so stillisliga sum gjørligt. Avgjørt varð at nýta keiina á Oyri sum útskipingarstað. Hettar var avsíðis og lætt var at sperra brúnna um Streymin, um hettar skuldi gjørst neyðugt.
Organisering og útinnan
Landsstýrið bleiv so kunnað um ætlanina. Mín leiklutur var so fyrst at gera avtalur við løgregluna. Vit avtalaðu, at teir høvdu eitt vakið eyga við Oyggjarvegnum aftan á klokkan tíggju, tí tá fóru vit at senda ferðafólk út úr Havnini. Harafturat varð avtalað, at klokkan ellivu skuldi bara fólk við ferðaseðli til Smyril sleppa um brúnna Við Streymin frá Streymoynni.
Næsta stigið var at fáa flutningsamboð til vega. Eg ringdi til skipararnar á Rituni og Trónda og bað teir fara í land og ringja frá einar tryggari telefon. Teir fingu so boð um at leggja seg út á fjørðin, ávikavíst Kollafjørð og Skálafjørð, og bíða til klokkan umleið tíggju og so sigla norður á Oyri eftir bilum og ferðafólki, sum skuldu flytast til Suðuroyar. So var tann tekniski parturin í lagi.
Sigurd Simonsensa leiklutur var at fáa øll ferðafólk yvir í Streymoynna, uttan at fortelja hvar tey skuldu umborð á Smyril. Har vóru ferðafólk úr Vágum, Eysturoy, Klaksvík og so úr Havn. Vit avgjørdu so, at vit skuldu hava 3 samlingsstøð: Læraraskulin í Havn - har skuldi ein klassi við til Noregs -,v´gafólk hjá einum lærara í Vestmanna sum kallaðist Traber og eysturoyingar og norðingar í prestagarðinum í Hvalvík. So bleiv ringt til øll ferðafólkini, um hvar teirra samlingsstað var. So hildu vit at nú var bara at bíða til klokkan bleiv tíggju, tá øll skuldu sendast norður á Oyri.
Eitt skemtiligt var, og tað var, at vit høvdu gloymt at gjørt avtalu við hvalvíksprest, um at har komu folk. Tá íð vit so ringdu, so segði hann, at hann hevði fingið nógv fólk á gátt, sum hann als ikki kendi, men hann hevði so roynt at verið blíður og bjóðað kaffi. Vit greiddu so frá samanhenginum. Klokkan gott tíggju bleiv so ringt út til øll samlingsstøðini, og boð givin, um at fara norður á Oyri. Ikki lætt hjá øllum at skilja, sum vóru ferðabúgvin til Noregs.
Alt sum ætlað
Alt gekk síðan sum ætlað, og Smyril fór sín fyrsta túr til Noregs eftir ferðaætlanini. Hósdag var hann aftur í Føroyum í sigling eftir ferðaætlan innanoyggja. Útróðrarverkfallið varð avblást mikumorgunin, meðan Smyril var í Noregi, og Smyril var fyrstu ferð á Havnini hóskvøld við sekstíðina. Keiin svørt av fólki. Tveir ulpuklæddir mans stóðu við rampuna og sóu, at hon eisini riggaði. Vit báðir Finnbogi hugdu uppá hvønn annan og vóru samdir um, at hetta sluppu vit bara væl frá.