82 prosent av lærarunum siga, at inkluderaðu næmingarnir fáa ikki tað undirvísingartilboð, teir hava rætt til.
82 prosent av lærarunum siga, at inkluderaðu næmingarnir fáa ikki tað undirvísingartilboð, teir hava rætt til.
Tað skrivar Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, í Skúlablaðnum.
Hann vísir til kanning, sum danska lærarafelagið gjørdi fyrr í ár – eina kanning, sum varpar ljós á, hvussu lærarar uppliva átøkini hjá Undirvísingarmálaráðnum á inklusjónsøkinum.
Kanningin var gjørd í 10 kommunum, sum í 2012 gingu saman í bindandi samstarv við inklusjónsráðgevingina hjá Undirvísningsmálaráðnum. Kanningin skal lesast í tí høpi, at donsku skúlamynduleikarnir hava sett sær fyri, at stórur partur av næmingunum, sum hava gingið í sertilboðum, skulu ganga í vanligum flokkum í fólkaskúlanum. Í kanningini siga 60 prosent av teimum spurdu, at tey undirvísa næmingum, sum áður høvdu verið í einum tilboði uttan fyri flokkin.
Hóast tað frammanundan vóru nógvar ábendingar um at inklusjónsátøkini ikki vóru so væl eydnað, so eru úrslitini av kanningini óhugalig. Ein fjórðingur av teimun spurdu siga, at kommunan hevur orðað eina ætlan ella virkisskrá fyri inklusjón, av teimum sigur góð helvtin, at ætlanin hevur verið viðgjørd í skúlanum.
Av teimum lærarunum, sum hava inkluderaðar næmingar í flokkinum, meta 80 prosent, at tey ikki fáa nøktandi stuðul til inklusjónina, og líka nógv siga, at tey ikki útbúgvingarliga eru brynjað til at undirvísa ella fara við næmingunum. Helvtin av hesum meta, at eftirútbúgving hevði bøtt um støðuna.
Álvarsamari er tað tó, tá 82 prosent av lærarunum siga, at teir ikki meta, at inkluderaðu næmingarnir fáa tað undirvísingartilboð, teir hava rætt til, og at tríggir av fýra lærarum uppliva, at inkluderaðir næmingar hava negativt árin á undirvísingarumstøðurnar.
Samanumtikið meta 44 prosent, at inklusjónin á teirra skúla, sum heild, ikki er væleydnað.
Slakur triðingur av lærarunum siga, at tað eru foreldur á teirra skúla, sum hava valt at skriva børnini úr skúlanum orsakað av øktu inklusjónini.
Hetta eru sera óhugalig og eisini skelkandi kanningarúrslit. “Okkurt bendir á, at tað er ov langur vegur úr málaráðnum til einstaka flokshølið, og at átøkini als ikki standa mát við avbjóðingarnar lærarar hava í gerandisdegnum,” sigur næstformaðurin í Danmarks Lærerforening, Dorte Lange, m.a. í viðmerking til kanningina.