Óhugalig tøl: Útflutningurin minkaður 1,2 milliard

Føroyski útflutningurin hevur mist heili 13 prosent seinasta árið

(Mynd: Hagstovan)

Frá mai í fjør til juni í ár útfluttu Føroyar fyri slakar 8,2 milliardir krónur. Tað vóru 1,2 milliardir krónur minni enn somu tíð árið fyri. Minkingin svarar til 13 prosent.

 

Tað vísir nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroyar.

 

Útflutningurin av fiskavørum – íroknað alilaks – myndar stóran part av útflutninginum, og hann minkaði eina milliard krónur hesa tíðina.

 

Laksaútflutningurin minkaði 350 milliónur krónur, sum er 9%. Hetta hóast nøgdin var næstan tann sama, ella 1% størri. 

 

Útflutningurin av toski er minkaður 25% í virði og nøgdin er minkað 27%.

 

Útflutningurin av slógvi og fiskaúrdráttum er minkaður nógv. Virðið er minkað niður í helvt og nøgdin er minkað 73%.

 

 

 

 

 

(Mynd: Hagstovan)