Óhugnalig veljarakanning

.

EFTIR veljarakanningini, sum sjónvarpið hevur gjørt, verður Fólkaflokkurin størsti flokkurin á løgtingsvalinum og fær 23-24 prosent í sín lut.


ENN hevur sjónvarpið ikki kunngjørt, hvussu veljaraflytingin er millum flokkarnar. Men hugsast kann, at serliga ónøgdir sambandsveljarar leita yvir í Fólkaflokkin. Í øllum førum kunnu tað ikki vera »sjálvstýrisveljarar« ella veljarar við einum veti av sosialum medviti.


Fólkaflokkurin hevur verið størsti svíkurin í øllum sjálvstýrispolitikki seinastu 35 árini. Vit sóu tað í sjálvstýrislandsstýrinum, tá hann sveik uppskotini, sum førdu á sjálvstýrisleið. Síðani hava vit sæð tað í áttatiárunum, og vit sóu tað aftur í nítiárunum, tá Fólkaflokkurin hvørki tók undir við Tjóðveldisflokkinum um »Framtíðarstøðu Føroya«, ella uppskoti Javnaðarfloksins um at seta ein »stjórnmálanevnd« at fyrireika eina »sjálvstýrislóg«.


Eyðkenni fyri Fólkaflokkin hevur altíð verið ósmædni, og herfyri samtykti landsfundur floksins, at hann skuldi virka fyri »fullveldi« í næsta valskeiði. Hetta kann flokkurin jú gera, tí hann er jú tilvitandi um, at so leingi, at Sambandið og Tjóðveldið hava sínar fastlæstu støður, so hendir einki stig á sjálvstýrisleið.


EINASTA realpolitiska alternativið í tjóðskaparspurninginum er uppskot Javnaðarfloksins um eina sjálvstýrislóg. Hetta er ein miðleið, sum gevur okkum fult sjálvstýri í ríkisfelagsskapi, men uttan at tað merkir loysing á stokkinum. Hesa leið ynskja útvið 50 prosent av fólkinum, vísa síðstu veljarakanningarnar, so ynskja føroyingar veruliga henda møguleikan, so er at fylkjast um Javnaðarflokkin.


VIT eru enn ikki komin úr búskaparkreppuni, sum neit hart í mongum heimi. Men avleiðingarnar fyri føroysku familjuna kundu verið nógv verri, um vit ikki høvdu sosialdemokratiska vælferðarsamfelagið at líta á. Hóast nógv kundi verið betri, so stóðu sosialu trygdarskipaninar, sum byggja á solidaritet, sína roynd.


MÓTVEGIS øllum tí solidariska vælferðarpolitikkinum stendur Fólkaflokkurin. Seinastu 24 árini hevur hann brúkt meginpartin av síni agitatión ímóti tí vælferðarpolitikki, sum fakfeløg og javnaðarflokkar hava stríðst fyri í skjótt eina øld. Ein politikkur, sum hevur reist vanliga føroyingin, so hann í dag frælsur kann smíða sær eydnuna góða í einum solidariskum samfelag, har pláss skal vera fyri øllum.


- SKAL Fólkaflokkurin við brúkaragjøldum, fólkatrygging og sjálvbodnum skipanum á sosiala økinum sleppa at syndra hetta aldargamla stríð fyri sosialum rættvísi? Avgerðin er tykkara.