Oikos tekur ímóti seyðaskinnum 

- Fyri at kunna taka ímóti skinnunum er neyðugt, at djóralækni hevur verið og sýnað seyðin, siga tey hjá Oikos.

Hvør árstíð hevur sína sjarmu, og tað hevur heystið eisini.

Skjótt verða fjøllini gingin, og vanliga verða nógv fjøll gingin í heystfrítíðini, tá fleiri hava frí.

Oftast verður heimaseyðurin tikin fyrst, og tey fyrstu veðrakrovini eru longu komin í hjallin at hanga. 

Við fjøllunum koma eisini lambsskinnini, og her er tað, at Oikos í Bø kemur inn í myndina.

Felagið er góðkendur móttakari og útflytari av saltaðum seyðaskinnum, men tað eru treytir við hesi góðkenning, sum skulu fylgjast.

- Fyri at vit kunnu taka ímóti skinnunum, er neyðugt, at djóralækni hevur verið og sýnað seyðin.   

Hjá Oikos siga tey, at skulu tey taka ímóti skinnunum, skal ringjast á tlf. 260026 dagin fyri, at farið verður á fjall, soleiðis at tey kunnu senda djóralækna á rættina.

- Tikið verður ímóti øllum skinnum – tó verður peningur ikki latin fyri hvít lambsskinn, ær og veðr.

Hjá Oikos leggja tey dent á, at vegleiðing um hagreiðing av skinnum til saltingar skal fylgjast.

- Til ber at ringja, um tit vilja hava skinnini avheintaði – ella um tit hava spurningar, siga tey hjá Oikos, sum aftur í ár taka ímóti skinnum til saltingar.

Í VkuskiftisSosialinum er tema um slakt, og her er eisini tema um Eplafestivalin, sum verður á Sandi leygardagin.