Høvuðsstaðurin í Kongo, Kinshasa

Ókend sjúka tikið lívið av 53 fólkum í Kongo

Sambært skrivstovuni hjá Heimsheilsustovninum WHO í Afrika kom fyrsta útbrotið av sjúkuni, eftir at trý børn høvdu etið eina flogmús

Høvuðsstaðurin í Kongo, Kinshasa

Ein ókend sjúka hevur tikið lívið av fleiri enn 50 fólkum í útnyrðingspartinum av Kongo.

 

Tað siga heilsustarvsfólk í landinum, eins og Heimsheilsustovnurin (WHO) ber somu søgu.

 

Í flestu førum hevur tíðin frá fyrstu sjúkueyðkennum til deyða verið einans 48 tímar.

 

- Hetta er órógvandi, sigur leiðarin fyri Bikoro-sjúkrahúsinum við tíðindastovuna, AP.

 

Higartil eru staðfestir 419 tilburðir av sjúkuni, sum breyt út í januar í ár, og 53 fólk eru deyð.

 

Sambært skrivstovuni hjá Heimsheilsustovninum í Afrika kom fyrsta útbrotið, eftir at trý børn høvdu etið eina flogmús.

 

Børnini doyðu eftir tveimum samdøgrum.

 

Eftir at seinna útbrotið byrjað í februar, eru royndir sendar til høvuðsstaðin í Kongo, Kinshasa, har royndirnar verða kannaðar.

 

Lagt verður aftrat, at í fjør tók eisini ein ókend sjúka lívið av 150 fólkum í einum øðrum parti av Kongo.

 

- Seinni varð mett, at sjúkan ta ferðina var eitt slag av malaria, vita útlendskir miðlar at siga í morgun.

 

 

 

 

 

Høvuðsstaðurin í Kongo, Kinshasa