Hann er kendur sum eitt tað fremsta umboð, sum Føroyar havt úteftir. Hann starvaðist í meira enn 50 ár á okkara umboðsstovu í Aberdeen, og í hesum arbeiði var hann mangan hentur fyri allar partar av samfelagnum frá fiskimonnum og reiðarum til løgmenn. Hann hevur annars arbeitt undir 10 løgmonnum. Men hansara 80 ár tykjast ikki at tyngja hann nakað sum helst. Hann er tann sami prátingarsami og fyrikomandi Sofus sum altíð.
Hann er eisini ein framúr frásøgumaður, sum tað eisini sást í røðini við hansara frásøgnum í FF-blaðnum í 2005/6, sum strekti yvir 5 Miðvikur.
.
Sofus fekk ikki eina blíða lívsbyrjan
Foreldrini hjá honum vóru Jørgina, ættað úr Søldafirði, og Óli Poulsen, í Beiti, úr Syðrugøtu. Longu tvey ára gamal misti Sofus pápan, sum gekk burtur við Immanuel í 1932. Tá gekk mamman við tí triðja barninum. Systkini hjá honum vóru John, sum er deyður fyri fáum árum síðan, og systirin Óluva, uppkallað eftir pápanum, sum giftist í Canada.
Sofus kom tískil at vera síni fyrstu barnaár í Syðrugøtu hjá ommuni og abbanum Magninu og Dánjal á Mýruni.
Tá ið Sofus var sjey ár, giftist mamman aftur við John Johannesen, sum var hálvur skoti og hálvur íslendingur. Tey búsettust í fyrsta umfari í Søldafirði, og har fór Sofus eisini í skúla.
Fosturpápin fekk seinni starv í Havn, og tey fluttu til Havnar. Tá fór Sofus í fyrsta umfari saman við John beiggja sínum aftur til ommuna og abban í Gøtu, og har komu teir at ganga í skúla hjá Símun Paula í Konoy, Jákup Simonsen og Helgu Øregaard. Øll megnar lærarafólk. Hetta var í tí tá framkomna skúlanum frá 1929.
Sofus hevur greitt frá, at gøtubørn mundu vera millum reinastu skúlabørn í Føroyum. Hvønn fríggjadag fóru genturnar undir brúsurnar við einum klumpi av grønsápu á høvdinum, og leygardag vóru tað dreingirnir, sum áttu tørn. Eisini var svimjihylur við skúlan.
Aftur var ættin fyri vanlagnu. Undir krígnum gongur abbin Dánjal sjálvur triði burtur á Gøtuvík. Annar av hinum var abbabeiggin Poul Kristoffur.
Til Havnar og Klaksvíkar
Sofus flutti til Havnar til mammuna og stjúkpápan. Tá fór hann fyrst í kommunuskúlan og síðan í realskúlan. Hann minnist til dømis, tá ið Lincoln City varð bumbaður á Havnarvág. Hesa tíðina var hann eisini býdrongur hjá Hans Joensen, sum tá var ein stórur handil í Havn. Her skuldi koyrast við boðsúklu um allan býin við vøru, sum fólk bíløgdu í telefonini.
Fosturpápin fekk seinni starv í Klaksvík, og tey fluttu hagar. Her var ofta luftávarðing, so tey máttu fara oman í kjallaran at leita sær skýli. Tá plagdi Hákun Djurhuus, sum var lærari tá, at fáa børnini upp á gólv at dansa føroyskan dans, so tey skuldu gloyma óhugnan við bumbingini.
Fyrsta almenna starv, Sofus fekk, var í Landshandlinum, hvørs uppgáva at at tryggja handlinum dagligar vørur. Nógvar teirra vóru skamtaðar. At umsita eina slíka skamtan var ikki bert sum at siga tað, tá nýtslan ikki samsvaraði við skamtunarkortini.
So til Aberdeen
Nú byrjar tann partur av lívinum hjá Sofusi, sum skuldi føra til hansara lívsstarv. Hann og beiggin John fara 20. apríl 1946 við Liljuni úr Klaksvík til Aberdeen, har Liljan skuldu landa ísfisk. Mamman og restin av familjuni komu eitt hálvt ár seinni.
Her byrjaði Sofus at arbeiða hjá Gwent kompanínum, sum umframt fiskavirki eisini hevði útflutning til Føroyar, millum annað av teimum kendu Aladdin lampunum við neti, sum vóru eitt stórt framstig, áðrenn vit fingu ravmagn.
Sofus slapp skjótt sjálvur oman á marknaðin at keypa fisk, og hann lærdi eisini skjótt at skera og roykja keypta fiskin.
Tað komu nógv skip til Bretlands at landa um hesa tíðina, tað vóru um 4-500 landingar, tær flestu í Aberdeen, Grimsby og Fleetwood á vestursíðuni av Skotlandi, so her var nóg mikið at gera hjá føroyskum umboðsmanni.
Tann 28. juni 1948 kom Sofus so í starv á føroysku umboðsstovuni, har Odmar Skarðhamar var frammanundan. Á umboðsstovuni var Sofus í heili 54 ár. Tá ið Odmar legði frá sær sum leiðari, tók Sofus við.
Her var nógv at hava í huga. Millum annað var neyðugt fyri hvørja landing at siga bretska fiskimálaráðnum frá nøgd og slag skipini høvdu inni.
Tá ið skip komu inn, máttu teir á umboðsstovuni ansa eftir ikki at fara umborð fyrr enn tollararnir høvdu verið. Annars sluppu teir ikki í land aftur fyrr enn tollingin varð avgreitt. Tað var ansað væl eftir smugling og eisini eftir illgrunasomum ferðafólki, sum tað kundi vera fleiri av so stutt eftir kríggið. Onkur meinaleysur íri mundi komið illa fyri orsakað av sínum tjóðskapi, men Sofus fekk eisini bjargað honum úr hesi knípu.
Størsti partur av virkseminum fyrstu árini var annars at hjálpa skipum og manningum, eisini við málinum. Tað vóru ikki øll, sum dugdu enskt.
Sofus hevur greitt frá nógvum dømum um, har boð vóru eftir teimum. Eitt dømi var, táið Thorvald Andreassen við Norðstjørnini fekk eina umvæling, har tilboðið var 1.200 pund. Rokningin gjørdist tað dupulta, og var her talan um nógvan pening tá í tíðini. Við sínum diplomatiskum evnum fekk Sofus bjargað Thorvaldi undan hesi knípu, og hann rindaði bert tey 1.200 pundini.
Tað hevur eisini fleiri ferð verið uppgávan at hjálpt fiskimonnum í eini neyðstøðu. Sum til dømis, tá ið Gullborg knappliga sakk í 1971, og menninir lógu 27 tímar í bjargingarbáti. Manningin kom til Peterhead, og her møtti Sofus teimum. Hann útvegaði innivist, og hjálpti teimum tað hann kundi i hesi støðu, teir vóru í.
Løntu føroyingum illa
Sofus heldur eisini, at bretar í 1964 løntu føroyingum illa, at teir við at seta lívið í vága útvegaðu teimum fisk undir heimsbardaga. Hetta var so nógv, at tað veruliga munaði. Nevnda ár fór okkara fiskimark út á 12 fjórðingar. Afturfyri settu bretar avmarkingar fyri føroyskum landingum, sum komu mongum skipi illa við. Ikki minst tá landingin varð steðgað, tí hámarkið var rokkið.
Aðrar uppgávur hjá umboðsstovuni í Aberdeen var at luttaka á teimum millumtjóða fiskivinnufundunum, sum vóru í Bretlandi. Millum hesar vóru fundirnir í NEAFC, sum skipar fiskiskapin í altjóða sjógvi á okkara leiðum. Her var Sofus næstformaður og síðan formaður í eini undirnevnd.
Sofus hevur eisini verið við, tá ið almennar vitjanir hava verið úr Føroyum í Bretlandi. Hann hevur í hvussu er verið saman við løgmonnunum Paula Ellefsen og Anfinn Kallsberg. Her hevur hann eisini verið hollur við øllum tí kunnleika, hann hevur bæði um bretsk og føroysk viðurskifti. Hann kennir eisini nógvar av lyklapersónunum, sum hann dugur væl at seta seg í samband við.
Sofus hevði eisini prátað við Winston Churchill. T.v.s.abbason hin gamla. Hetta var eina ferð ein føroysk tingnevnd var á vitjan í parlamentinum í London. Tá fær Sofus eygað á Churchill, sum var tinglimur. Sofus sigur við ein embætismann, at hann vildi fegin hitt abbason Churchill, sum viðurkendi føroyska Merkið. Nei, hetta bar ikki til, tí tað var ikki á skránni. Men tað legði Sofus líka í. Hann fór sjálvur yvir til Churchill og greiddi honum frá, hvaðani teir vóru og fekk eitt prát við hann. Við slíkum eginleika er lætt at koma at kenna nógv fólk!
Lívið hjá Sofusi hevur tó ikki bert verið fiskur. Hann hevur sungið við manskórið, og hann hevur eisini sungið í Royal Festival Hall í London saman við 500 øðrum monnum.
Verið Føroyum ein góður sonur
Tað er eingin ivi um, at Sofus hevur verið Føroyum ein góður sonur. Hann hevur verið har, tað hevur staðið á, og hann hevur gjørt mun, har hann hevur verið. Tað sum kann rúmast í eini slíkari heilsan er bert ein brotspartur av øllum tí, sum hann hevur verið uppií.
Olaf Olsen hevur onkuntíð sagt, at tað er sjáldan, at ein maður sum prátar nógv eisini er effektivur. Men, sum hann segði: “Har er Sofus so eitt undantak.” Hann kundi fáa tað ótrúliga av skafti og kundi í eini handavend greiða bæði smá og stór mál.
Hann hevur eisini ofta verið mær sjálvum hentur, tá sóknast hevur verið um upplýsingar av einum og hvørjum slag til onkra grein.
Tað kann sigast, at Sofus er ímynd av stórum part av okkara fiskivinnusøga og av søguni um okkara uttanríkistænastu. Tað er heppið, at tað er eydnast á skrift at varðveita hesa søgu.
Sofus giftist við Nessie og børnini eru Charles, Danny og Marjun.
Tað skal verða ynskt Sofusi og hansara so hjartaliga tillukku við hesum stóra degi.
Hevur onkur hug at senda honum eina heilsan, kann tað gerast á:
ó.