Havn: Næmingarnir í 1. b flokkinum í Kommunuskúlanum fingu ein dagin í farna mánaði eina heldur sjáldsama vitjan í tí eina skúlatímanum.
Teir vóru júst komnir í skúlan kl. 12:45, tá tað brádliga pikkaði á dyrnar. Uttanfyri stóðu ein tilkomin kvinna, ein blaðmaður og ein myndamaður, og sum ynsktu at vitja flokkin.
Lærarin var kunnaður um vitjanina áðrenn, og børnini høvdu einki ímóti at fáa eina so forkunnuga vitjan inn í ein roknitíma. Tað er altíð hugaligt at fáa ein lítlan steðg í undirvísingini.
Umboðini fyri tíðindatænastuna ynsktu at fáa eina mynd av flokkinum. Tað hevði eingin nakað ímóti. Um til bar at fáa eina mynd, har henda kvinnan, Jórun Dánjalsdóttir Poulsen var uppiá? Tað hevði eingin teirra nakað ímóti.
Men bar tað so eisini til, at hon kundi læna borð, stól og roknibók hjá einum næmingi, meðan øll hini stillaðu seg rundan um hana? Tað høvdu tey avgjørt einki ímóti.
Og soleiðis gjørdust myndirnar á hesi síðuni veruleiki: Ein mynd, har næmingar í 1. flokki í 2005, og ein, har ein næmingur úr 1. flokki 1956 úr sama skúla hittust í somu stovu.
- Hetta var eitt deiligt upplivilsi, sigur Jórun, tá vit eru komin út í gongina aftaná. - Ordiliga deiligt.
Vit avtala at fara heim til hennara aftaná, tí hon ynskir fegin at vísa ein mynd, ið varð tikin av hennara flokki í 1958. Og hon sæst eisini her á síðuni.
Munur á bókum
Fyrrapartin henda dagin skipaði nevniliga Tilhaldið fyri eini vitjan í tí nýggja skúlabygninginum, har teir yngru flokkarnir fara at húsast eftir summarsteðgin.
Hesir flokkarnir hava í eitt tíðarskeið fingið undirvísing sína í kjallaranum í sama bygningi, har Tilhaldið hevur sítt virki, fyri og millum tey eldru og tilkomnu í býnum.
Skráin hjá teimum er sera fjølbroytt við tiltøkum bæði innanveggja og úti fyri dyr. Og henda dagin var so avtala gjørd við Kommunuskúlan, at tey skuldu vitja tann nýggja og gula skúlabygningin, sum stutt frammanundan var vígdur. Skúlagongd verður kortini ikki har fyrrenn í august mánaði.
Tey eldru í Tilhaldinum vórðu henda dagin fylgd m.a. av Jóruni Poulsen, sum sjálv hevur gingið í Kommunuskúlanum fyri skjótt fimmti árum síðani. Og fyri hana var hetta ein spennandi uppliving.
- Jú, hetta var ein góð uppliving, og ein staðfesting av, at skúlaumstøðurnar hjá børnunum í dag eru sera góðar.
- Hygg bara eftir hesi roknibókini, - hon er so nógv betri enn okkara. Tá vit fóru í 1. flokk í 1956 tá vóru flestu bøkurnar á donskum og nakrar fáar á føroyskum. Í dag er tað nærum øvugt, sigur hon.
Munur á umstøðum
Henda fyrrapartin í nýggja skúlabygninginum høvdu tey fyrst eina hugnaliga løtu við sangi og tónleiki, og frá søgn frá skúlastjóranum, Hanusi Joensen.
Síðani var farið runt í skúlastovurnar at hyggja, og her gekk sjón fyri søgn: Børnini í dag hava meiri pláss fyri neyðini nú, enn fyrr í tíðini.
- Tað er ein øgiliga stórur munur á hesum umstøðunum, og teimum sum vóru fyrr. Eg haldi, at ein hugsar nógv meiri um børnini og teirra tørv, tá ein byggir slíkar bygningar í dag.
- Og so haldi eg eisini, at skúlin skal hava rós fyri at hava gjørt bygningin soleiðis, at rørslutarnað kunnu sleppa í skúlan, á jøvnum føti við onnur. Soleiðis SKAL ein skúli vera, og soleiðis ER hesin skúlin eisini. Og tað er sera gott, sigur Jórun, sum eisini fegnast um, at skúlin er sera opin og luftkendur at koma inn í.
Munur á raðfesting
Hóast mong ár eru liðin síðani Jórun sjálv fór í 1. flokk, so minnist hon sera væl, tá tann stóri Kommunuskúlin varð tikin í nýtslu fyri skjótt 50 árum síðani.
Hetta fór fram 2. september í 1956, og sum vituligt var, varð nógv gjørt burtur úr henda dagin. Eitt tónleikaverk - ein kantata - var skrivað til høvið, og minnist hon enn, hvussu ótrúliga vakurt hetta verkið ljóðaði.
- Og so at koma inn í ta stóru auluna við øllum teimum stóru listarverkunum, sum har hingu. Tað var simpelthen ein imponerandi sjón, sum festi seg í sinnið.
- Tað var jú eisini sera framsíggið at ein longu tá vildi brúka pening upp slík listarverk í einum skúla. Eg meini, - hetta var jú í eini tíð, har ikki so nógv peningur var í samfelagnum.
- Men tað ynskti ein so allíkavæl, og tað kunnu vit so bara gleðast um í dag, sigur hon.
Kúlupennar og nekarakyss
Fyrsti skúladagur: Nógv minnir hevur Jórun frá hesi fyrstu tíðini í nýggja Kommunuskúlanum. Hetta árið vóru 90 næmingar, sum fóru í 1. flokk.
Hon minnist sera væl, at tey øll fingu tveir lutir henda dagin: Ein kúlupenn og eitt nekarakyss.
Nekarakyssið man helst vera gliðið rættiliga skjótt niðurum hjá teimum flestu, men pennin goymdu tey sum reyðagull, tí hann var so serstakur.
Hetta var ein slíkur pennur við eini mynd við løgi innií. Ein sá børn fara gangandi framvið skúlanum, tá ein helti pennin annan vegin. Helti ein penninum hinvegin, so bakkaðu børnini øvugtan veg.
- Hóast eg var sera glað fyri henda pennin, so havi eg altso mist hann burtur. Men eg veit, at fleiri av hinum eiga hesar pennarnar enn, sigur Jórun.