Nú er greitt, hvør fekk størsta heiðurin í kvøld - nevniliga Ársins ítróttaNAVN. Tað bleiv rógvarin Sverri Sandberg Nielsen.
Í grundgevingini varð sagt soleiðis:
- Hvør helt ikki ondini, tá ið Sverri kom á mál í HM-finaluni í einmansróðri í august, bert tríggjar hundraðpartar frá fyrsta plássinum. Umframt HM-silvur, hevur Sverri eisini vunnið tvey gullheiðursmerki á World Cup-stevnum fyrr í ár. Sverri er tí at rokna millum heimsins allarbestu rógvarar, og hann hevur samstundis tryggjað sær luttøku til OL í Tokyo komandi summar.
Sverri Sandberg Nielsen takkaði nógvar ferðir fyri.
- Tað hevur nógv at siga fyri meg, at eg eisin ikann blíva heiðraður í Føroyum. Sjálvt um eg rógvi undir donskum flaggi, so føli eg, at eg eisini rógvi fyri Føroyar. Eg vil takka øllum teimum, sum hava stuðlað mær gjøgnum árini. Tað hevur gjørt ein ótrúliga stóran mun, segði Sverri, tá hann tók ímóti heiðrinum.