Ólátaður í Rúsuni og handtikin

- Nú verður tað upp til ákæran at finna út av, um talan verður um bót ella rættarmál, sigur løgreglan.

Í gjár klokkan 12.30 fekk løgreglan eina fráboðan úr Rúsuni í Havn, har ein maður var vorðin ólátaður og ágangandi, tí hann ikki slapp at keypa.

 

- Tað var ein leiðari, sum ringdi og segði, at tá tey sýttu viðkomandi at keypa, kom tað til ilnar millum partarnar.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at løgreglan fór á staðið og handtók mannin, sum verður skuldsettur fyri at hava verið ágangandi móti starvsfólki í Rúsuni. 

 

- Í gjárkvøldið varð maðurin so avhoyrdur. Hann játtaði seg sekan í ágangandi og ólátaðum atburði móti starvsfólki í Rúsuni og varð leyslatin.

 

Vaktleiðarin sigur, at talan tó ikki var um ógvusliga valdsnýtslu móti starvsfólkinum, men at atburðurin kortini er at rokna sum valdsnýtsla.

 

- Nú verður tað upp til ákæran at finna út av, um talan verður um bót ella rættarmál móti ólátaða manninum, verður lagt aftrat.

 

Løgreglan vil ikki beinleiðis siga, hví maðurin ikki slapp at keypa, men leggur aftrat, at starvsfólk hava loyvi at sýta fólki at keypa, um hildið verður, at hetta er tað rætta.