Fert tú á ólavsøku?
- Í fjør fingu vit okkara fyrstu ommu- og abbadøtur. Í ár verður ólavsøkan serlig við teimum báðum í føroyskum klæðum, sum syskinabarnið, Suna, hevur bundið.
Tað sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, í Sørvági.
Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?
- Seinastu stívliga 30 árini havi eg verið á ólavsøku, tá eg skal jú til arbeiðis, og skrúðgongan úr Tinghúsinum í kirkjuna og aftur er heilt serlig.
Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
- Tað at ganga í havnargøtum á ólavsøku og møta einari rúgvu av kenningum er ein góð kensla.
Í ár verður ólavsøkan serstøk hjá løgtingsmanninum.
- Okkara fyrsta ommu-og abbabarn kom hin 27. juli í fjør, og seks vikur seinni fingu vit hitt næsta, tvey elskulig gentubørn.
##med2##
Jørgen Niclasen sigur, at ólavsøkan hesaferð ikki minst fer til at abbast.
- Vit gleða okkum at halda ólavsøkuna saman við okkara lítlu, Anniku og Onnu, leggur hann aftrat.