Árliga ólavsøkuhaldið hjá føroysku útisetunum verður aftur hesaferð hildið í Føroyahúsinum í Keypmannahavn 28. juli.
Fyrrapartin verður byrjað við gudstænastu og fernisering, og kl. 15.00 verður ólavsøkan sett. Martin Fjallstein, rithøvundur og fyrrverandi leiðari í Føroyahúsinum, setur søkuna.
Stutt eftir verður farið upp á gólv, og síðani verður kappróðurin úr Havn sendur á stórskíggja.
Um kvøldið eru ymisk tiltøk á skránni. Millum annað fer navnframi føroyski útisetin, Jóhan í Kollafirði, og kona hansara, Rakul, at undirhalda.