Ole Gunnar: Skráin er skaðandi fyri okkum

Premier League: Venjarin hjá Manchester United er ónøgdur við kappingarnevndina

Manchester United vann í gjár 3-1 í Liverpool móti Everton. Eftir dystin vísti Ole Gunnar Solskjær, venjari hjá Manchester United, stóra ónøgd við kappingarnevndina, sum setti Manchester United at spæla leygardag á døgurð, eftir at liðið spældi í Turkalandi í Champions League mikukvøldið.

- Hetta var gjørt til at miseydnast fyri okkum. Hvussu kann tað verða so, tá vit hava so nógvar dystir. Luke Shaw og Marcus Rashford blíva skaddir av hesum í dag. Lat okkum hugsa um spælararnar og lat okkum spæla sunnudag, tá vit hava so nógvar dystir, sigur Ole Gunnar Solskjær.

Manchester United var aftanfyri 1-0, men endaði við at vinna 3-1 við tveimum málum frá Bruno Fernandes og einum frá Edinson Cavani, ið skoraði sítt fyrsta mál fyri nýggja felagið hjá sær.

Fríggjakvøldið vann Southampton 2-0 á Newcastle og legði seg fyribils á odda í Premier League. Í skemti skrivaði felagið á Twitter, at nú er tíðin komin at steðga uppteljingini – eins og Donald Trump ynskti fyri valið í USA – so Southampton endar nummar eitt.

Crystal Palace vann 4-1 á Leeds, meðan Chelsea vann við somu siffrum á Sheffield United. West Ham vann 1-0 á Fulham. Stóra søgan í dystinum var, at Fulham brendi brotsspark móti endanum, tá Ademola Lookman miseydnaðist við at gera ein “Panenka”, sum er alt lyfta bóltin mitt í málið við tí vón, at málverjin hevur tveitt seg.

Stóri dysturin í dag er klokkan 16.30, tá Manchester City fær vitjan av Liverpool.

1Southampton851216:1216
2Liverpool751117:1516
3Chelsea843120:1015
4Leicester750217:915
5Tottenham742118:914
6Everton841316:1413
7Crystal Palace841312:1213
8Wolves74128:813
9Aston Villa640215:912
10Arsenal74039:712
11West Ham832314:1011
12Man City63219:811
13Newcastle832310:1311
14Man Utd731312:1410
15Leeds831414:1710
16Brighton813411:146
17Fulham81167:154
18WBA70346:163
19Burnley70253:122
20Sheffield Utd80174:141