Í kvøld kl. 19.30 skipar Føroyskt Lógarrit fyri fyrilestri, sum Ole Spiermann, professari í altjóðarætti við Universitetið í Keypmannahavn, heldur í Miðlahúsinum. Evnið fyri fyrilesturin verður ríkisfelagsskapurin og ríkisrættarstøða Føroya, sum lýst í nýggju bókini hjá Spiermann ?Danmarks Rige i forfatningsretlig belysning?.
Ole Spiermann hevur skrivað mongd av greinum og bókum um viðurskifti av altjóðarættarligum slagi. Longu í 1994 fekk Spiermann sum lesandi gullheiðursløn fyri slóðbrótandi verkið um fullveldishugtakið, ?Enten&Eller?, og hann hevur nýliga givið út 3. útgávuna av víðfevndastu lærubókini í altjóðarætti í Norðanlondum, ?Moderne folkeret?.
Sum eitt av mongum álitisstørvum er Ole Spiermann í løtuni sakkønur limur í Grønlendsk-donsku sjálvsstýrisnevndini, sum í løtuni er við at leggja seinastu hond á útgreiningararbeiði sítt til frama fyri øktum grønlendskum sjálvstýri.
Tá Føroyar fyri stuttum ætlaðu sær limaskap í Norðurlendska Ráðharraráðnum, var ein høvuðsforðingin danska grundlógin, sum ikki skuldi kunna loyva slíkum. Tískil er vitjan Spiermanns eisini sera viðkomandi fyri politisku skipanina í Føroyum.
Eisini er Spiermann aktuellur fyri grønlendingar orsakað av nevnda arbeiði í sjálvsstýrisnevndini og knútinum, har grønlendingar í løtuni royna at fáa somu rættindi yvir undirgrundini, sum føroyingar longu fingu í 1992.
Bókin hjá Spiermann um Danmarkar ríki er sjáldsamt dømi um slíkan áhuga hjá so frægum donskum løgfrøðingi fyri støðuni hjá Føroyum og Grønlandi, og vóna vit tí, at tiltakið fær góða undirtøku.
BP stuðlar tiltakinum.