Rættarmálið snýr seg um rættindini hjá Óla Jacobsen til eftirlønarútgjald frá Føroya Fiskimannafelag.
Hann fekk játtaða eftirløn í 2004, sum svarar til hálva arbeiðaraløn. Óli Jacobsen tók við sum formaður í Føroya Fiskimannafelag 1. februar 1971, og sat, til hann tapti valið móti Jan Højgaard í 2007. Óli Jacobsen byrjaði at fáa eftirløn í august 2010.
Men hesa avgerð hevur Føroya Fiskimannafelag síðani vrakað við teirri grundgeving, at Óli Jacobsen hevur mótarbeitt Føroya Fiskimannafelag. Avgerðin fall í apríl 2013.
Jógvan Elias Winther Poulsen, sakførari fyri Óla Jacobsen, legði síðani eina røð av ymiskum skjølum fram og dokumenteraði tey.
Les eisini: Eydnaðist ikki at finna semju
Ein rúgva av skjølum frá februar 2007 vórðu løgd fram og fyri tann óvitandi ljóðaði tað, at hava lítið upp á seg. Sum til dømis teldupostar um ladarar og bløð hjá Fiskimannafelagnum.
Men har vóru eisini løgd fram nøkur heldur niðursetandi úttalilsi frá Óla Jacobsen, oftast skrivað í Sosialinum, har fyrrverandi formaðurin skuldsetur Jan Højgaard fyri at tala við tveimum tungum. Millum annað Carlton-málið verður umrøtt.
Málið um kokkin, sum við kravinum hjá Fiskimannafelagnum má fara niur í løn, var eisini umrøtt, og Óli Jacobsen hevðist eisini at Jan Højgaard fyri mátan, hann handfór málið upp á.
Eisini rættarmálið móti Arctic Viking varð umrøtt, har úrslitið var, at Føroya Fiskimannafelag tapti rættarmálið, sum snúði seg um útlendingar við føroyskum skipum.
Eisini varð komið inn á burturvísingina av starvsmanninum, sum hevði starvast í 35 ár hjá Føroya Fiskimannafelag.
Síðani var komið nærri inn á, hví Føroya Fiskimannafelag metti, at Óli Jacobsen hevði verið illloyalur mótvegis felagnum, nakað, sum Óli Jacobsen vísti aftur. Í juni 2013 gavst Føroya Fiskimannafelag at útgjalda Óla Jacobsen eftirløn, og hetta er orsøkin til, at málið í dag er í Føroya Rætti.
Beint nú er lítil steðgur, men hildið verður fram við avhnoyringum klokkan 11.30.