Óli Mittún fór út við skaða

Óli Mittún beklaði í fyrsta álopinum hjá Sävehof í heimadystinum móti Önnered

Hondbólts-Føroyar halda nú ondini. 


Tá oddaliðið í bestu svensku hondbóltsdeildini, Sävehof tók móti Önnered í Partille gekk galið beinavegin.

 

Óli Mittún beklaði í fyrsta álopinum hjá Sävehof, og mátti styðjast av vøllinum.

 

16 dagar eru til fyrsta EM-dystin hjá Føroyum móti Slovenia í EM-endaspælinum í Týsklandi, og er Óli ein av okkara lyklaleikarum. Vónandi er ikki talan um ein álvarsaman skaða. 

 

Sävehof vann 37-31 (18-17) á Önnered. Sävehof er greitt oddalið við 26 stigum, fimm stig frammanfyri Skövde, ið hevur 21 stig.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 19 spælir Sävehof seinasta dystin í 2023. Dysturin verður á útivølli móti Lugi.