Óli og liðfelagarnir eru ósigraðir í 11 dystum í bestu deildini

Sävehof heldur fram við sigursrøðini

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof halda fram við sigursrøðini í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Í dag vunnu Óli og liðfelagarnir 35-29 á Guif á útivølli. Í steðginum var Sävehof á odda 16-13.

 

Bert 17 ára gamli Óli fær álit og spælitíð í hvørjum dysti, og í dag skoraði Óli fýra mál fyri Sävehof.

 

Í teimum seinastu 11 dystunum í bestu deildini hevur Sävehof vunnið níggju dystir, og hava spælt tveir javnar.

 

Sävehof er nummar tvey í deildini við 23 stigum, bert tvey stig aftanfyri oddaliðið, Kristianstad sum hevur 25 stig. 

 

Sävehof er átta stig frammanfyri Ystad, ið er á triðja plássinum við 15 stigum. 

 

Átta tey ovastu liðini í grundspælinum fara víðari til endaspælið.

 

Fríggjakvøldið 16. desember spælir Sävehof grannauppgerð móti Redbergslid á heimavølli í Partille.