Olivur við Neyst á vegginum

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 7. november kl. 16 til 18 letur Olivur við Neyst upp
listaframsýning í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Tema fyri
hesi framsýning er landslagið, bátabrúgvin, fólk, arbeiði og umhvørvið.
Framsýningin verður opin til 21. november, týsdag til fríggjadag kl. 14
til 18 og leygardag kl. 16 til 18.

Olivur við Neyst, sum verður 50 ár í desember í ár. Sum listamaður fer
hann út í náttúruni, skitsar og ger sínar fínu akvarellir, fer so heim og
festir tær á lørift. Vit kenna Olivur aftur í tí koloristiska og tí sansaliga,
at endurgeva essensin av umhvørvi, ljósi og rørðslu.

Framsýningin er opin týsdag til fríggjadag kl. 14 til 18, og leygardag kl. 16 til 18.
Fernisering er fríggjadag kl. 16 til 18.

Skráin hjá Galerie Focus komandi árið:

2003
7. - 21. november: Olivur við Neyst
5. - 19. desember: ymisk listafólk
2004
6. - 20. februar: Heðin Kambsdal
27. febr. - 12. mars: Arnhold Vegghamar
2. - 16. apríl: Tróndur Patursson
28. mai - 11. juni: Hansina Iversen og Vígdis Petersen
2. - 16. juli: summarframsýning
27. aug. - 10. sept.: Eyðun av Reyni
1. - 15. oktober: Zacharias Heinesen
29. okt. - 12. nov.: Jóna Rasmussen