Í dag fyllir listamaðurin Olivur við Neyst hálvfjers ár. Hann var føddur í Klaksvík, útbúgvin í Keypmannahavn og hevur í mong ár búð í Havn. Seinnu árini hevur hann ikki verið eins virkin innan listaumhvørvið sum hann einaferð var og kortini ber til viðhvørt at síggja nýggjar málningar hjá honum í sýnisglugganum í Glarsmiðjuni í Dr.Jacobsensgøtu.
Eg haldi, at árini eru farin at renna nokk so skjótt. Fyri mær er tað í hvussu er ikki so heilt óluksáligaræðuliga langt síðani, at Olivur saman við Amariel Norðoy og Torbirni Olsen myndaði yngra ættarliðið í føroysku myndlistini. Men jú, sjálvsagt eru nógv ár liðin síðan teir húsaðust í arbeiðskollektivi úti á Bakka í Vágsbotni. Sum hinir báðir er eisini Olivur við Neyst gávaður koloristur við bjartlittum kompositiónum, sum hann málar við støði í býar- og bygdaumhvørvum – ofta við eini at kalla kaleidoskopiskari kenslu, sum Bárður Jákupsson nevnir tað í bókini Myndlist í Føroyum, har myndaflatin hjá Olivuri er býttur upp í eitt fagurlitt mynstur við fjølbroyttum skapum. Hetta sæst t.d. í fleiri av myndunum, sum hann málaði, tá hann var við sluppini Ester fyrst í hálvfemsunum.
Soleiðis skrivar Kinna Poulsen, listaummælari, millum annað á listaportal.com, og øll heilsanin kann lesast her: Listaportal