-Tað virkaði, sum tað bara var at seta borin í, so fór oljan at spræna upp úr undirgrundini.
Martin Heinesen, deildarleiðari á jarðfrøðisdeildini hjá Jarðfeingi, tosar um sonevnda Gullhornið, sum er einasta øki sunnanfyri Føroyar innanfyri 200 fjórðingar, ið ikki er lagt við tjúkkum basalti.
Allar upplýsingar, sum oljufeløg og myndugleikar høvdu savnað sær árini uppundir fyrstu boringina á føroyskum havøki, sóu somikið jaligar út, at tað lá líkasum í luftini, at tað fór at vera sum í Sahara, har tú ikki mást seta sólskjólið ov lagt niður í sandin, tí annars spríkir oljan upp.
-Vit eru blivin væl klókari í dag, og vónirnar fyri 10 árum síðani vóru kanska í so bjartskygdar, viðgongur jarðfrøðingurin Martin Heinesen, sum hevur verið við alla tíðina.
Hann kann tó ikki lata vera at leggja afturat:
-Tað sá nú ótrúliga lovandi út, tá hugt varð eftir jarðfrøðiligu umstøðunum, og vit vistu at umstøðurnar sunnanfyri markið, har risastór oljufelt vóru funnin, høvdu sama struktur sum tær hjá okkum.
AÐRAR LEIÐIR
Tað kom nærum sum eitt sjokk, tá táverandi danski forsætisráðharrin Poul Schlüter, slóðaði fyri, at føroyingar skuldu fáa rættin til ríkidømið í føroysku undirgrundini. Alt innanfyri 200 fjórðingar skuldi verða tað, sum á fakmáli verður stytt EEZ, ið stendur fyri “Exclusive Economic Zone”. Hetta merkir, at føroyingar í dag eiga rættin til alt í havinum og í undirgrundini innanfyri 200 fjórðingar. Higartil hava vit tó ikki fingið nakað burturúr rættinum til tað, sum er í undirgrundini, uttan kanska eitt sindur av avleiddum virksemi í sambandi við leitiboringarnar. Men nú sær út til, at møguleikarnir fyri at finna olju, verða væl betri. Í hvussu so er, so verður økið, har føroyingar hava rættin til tað, sum er í undirgrundini, víðka heilt munandi næstu árini.
Krøv eru sett fram um eitt økið norðanfyri, sum er á leið ein triðing av verandi øki innanfyri 200 fjórðingar, og fyrireikingar eru farnar í gongd til líknandi krøv í ein útsynning.
GREIN 76
Danska ríkið hevur staðfest Altjóða havrættarsáttmálan. Tað bleiv gjørt í 16. november 2004. Hesin dagur er verdur at hava í huga, nú Føroyar og Grønland gera krøv upp á økir uttanfyri 200 fjórðingar, tí freistin fyri at seta fram hesi krøv er 10 ár eftir staðfestingina av sáttmálanum – tað vil siga 16. november 2014.
Tað er grein 76 í Altjóða havrættarsáttmálanum, sum gevur strandalondum møguleika at krevja økir uttanfyri 200 fjórðingar.
-Tað kann kanska tykjast eitt sindur løgið, at lond, sum eru so heppin, at tey hava strond ella strendur, fáa so víðfevndar møguleikar, men talan er um krøv, sum eru samtykt av øllum limalondunum við atliti til altjóða samfelagið, fortelur Martin Heinesen,
Hetta merkir fyri tað fyrsta, at londini, sum fáa rættindi í havøki uttanfyri 200 fjórðingar, ikki fáa rættin til fiskin og annað uppi í sjónum. Fiskurin v.m. verður framvegis altjóða. Hendir tað so, at eitt land finnur ríkidømi í undirgrundini – eitt nú olju –verður ein serligur skattur upp á “upp til 7 %”, sum tað eitur, goldin til altjóða samfelagið. Skatturin skal tó ikki gjaldast fyrr enn framleiðslan av olju, gassi, mineralum ella øðrum, er lønsamt.
DRÚGV TILGONGD
Umboð fyri Føroyar fara síðst í mai til New York at leggja fram krøvini til havøkið norðanfyri Føroyar “Face to face” fyri Landgrunsnevndini. Sendinevndin hjá danska ríkinum, sum føroyingar hava fingið rættin til at manna við egnum formanni – Bjørn Kunoy – skal leggja fram prógvini fyri, at Føroyar eiga rættin til stóra økið norðanfyri, sum Norra og Ísland eisini gera krav uppá. Formliga kravið bleiv sent Landgrunsnevndini longu fyrst í mai, og tað var ikki av tilvild. Føroysku myndugleikar vistu, at Landsgrunsnevndin fór at fáa eina rúgvu av krøvum nú 13. mai 2009 nærkaðist. Tað er nevniliga so, at nærum 100 lond, sum hava staðfest Atljóða havrættarsáttmálan, gjørdu tað 13.mai 1999. Freistin fyri at seta fram krøv hjá teimum um økið uttanfyri 200 fjórðingar, er tí 13. mai 2009.
Og tað loysti seg at vera tíðliga ávegis. Krøvini hjá Føroyum norðanfyri, eru mál nummar 28 hjá nevndini, og bara frá fyrst í mai til 13.mai komu nærum 30 krøv inn afturat. Viðgerðin hjá nevndini fylgir raðfylgjuni fyri innlatingina.
Men hvussu leingi fer tað so at taka at fáa krøvini hjá Føroyum viðgjørd?
-Tað er torført at siga ítøkiliga, men eg vænti at tað fara at ganga millum trý og fimm ár, áðrenn nevndin kemur við einari niðurstøðu, sigur Martin Heinesen.
PEIKAÐU Á NORMANN
Landgrunsnevndin er sett saman av 21 limum, sum tey 150 limalondini velja. Í løtuni hevur danska ríkið einki umboð í nevndini, tí tað skal eitt sindur av taktikki til, og Danmark valdi hesaferð at stuðla norskum umboðsvali. Ein norðmaður er sostatt í 21 mannanevndini.
Men norska umboðið sleppur ikki at viðgera føroyska kravið. Tað er soleiðis, at tað nú verður settur ein sjeymanna bólkur við limum úr 21 mannanevndini, og eingin av hesum sjey skal hava nakað tilknýti til málið, sum verður viðgjørt. Tá Norra og Ísland gera krav upp á sama økið, sum Føroyar, sleppa limir, sum hava tilknýti til Danmark, Grønland, Føroyar, Ísland og Norra ikki í sjeymanna nevndina.
Landgrunsnevndin er sett saman við fólki, hvørs fakligu førleikar einamest liggja á tí jarðfrøðiliga økinum. Tað eru altso ikki løgfrøðingar, sum manna nevndini, og tí er neyðugt við avtalum millum tey lond, sum gera krøv upp á sama øki. Slíka avtalu hava Ísland, Norra og Føroyar longu gjørt. Londini hava avtalað, at niðurstøðan hjá Landgrunsnevndini skal fylgjast. Altso, at løgfrøðiligar bindingar verða orðaðar út frá teirri jarðfrøðiligu avgerðini, sum nevndin kemur til.
Tað, sum síðani verður gjørt, er at londini hvør sær, almannakunngera nýggja havøkið fyri ST, og so er havøkið - við eitt - tað størri.
IKKI TAÐ STÓRA VIRÐI
Økið norðanfyri Føroyar er somikið djúpt, og harafturat hevur tað ikki sama bygnað, sum økini sunnanfyri og eystanfyri, har olja er funnin, at tað í løtuni ikki hevur tað stóra virði. Men Martin Heinesen, deildarleiðari hjá Jarðfeingi, ivast ikki í, at hetta økið kann fara at fáa stóran týdning fyri Føroyar.
-Vit kunnu í hvussu so er staðfesta, at gera vit ikki okkara krøv galdandi nú, og fáa rætt til økið ella partar av tí, so missa vit hendan kjansin, tí tá Landgrunsnevndin hevur talað, er avgerð tikin, og tá er eingin kjansur at koma afturumaftur. Og tað eru bara tey lond, sum gera krav upp á økir uttanfyri 200 fjórðingar, sum koma upp í part. Nevndin ger ikki eina heildarmeting í mun til onnur lond í økinum, sigur Martin Heinesen.
Menningin í sambandi við at útvinna virðir úr jørðini gongur sína gongd, og um nøkur ár kann tað gerast aktuelt at fara at leita eftir eitt nú mineralur norðanfyri. Onnur virðir, sum vit ikki kenna í dag, kunnu sjálvsagt eisini koma upp á tal, siga serfrøðingarnir.
SUNNANFYRI ER SPENNANDI
Føroyar hava altso freist til 16. november 2014 at gera onnur krøv upp á økir uttanfyri 200 fjórðingar – ella krøv upp á ytra landgrunnin, sum hann eisini verður róptur. Men Martin Heinesen roknar ikki við, at tað fer at ganga so long tíð, áðrenn føroysku krøvini upp á økið við Hatton-Rockall verða løgd fyri Landgrunsnevndina.
-Í sambandi við krøvini til økið norðanfyri, er nógv arbeiði longu gjørt, sum kann brúkast til krøvini um Hatton-Rockall, fortelur hann,
Tað snýr seg m.a. um seismiskar kanningar, løgfrøðiligar mannagongdir og annars tær royndir, sum verða fingnar til vega, nú krøv eru sett um eitt øki norðanfyri. Eisini varð økið við Rockall kannað frá 1985 til 1995 – “Føroyar-Rockall verkætlanin”.
Og økið í ein útsynning er meira áhugavert, tá hugsað verður um olju, metir Martin Heinesen.
-Vit vita ikki, um olja er við Hatton-Rockall, men tað er einki at ivast í, at sum tað sær út nú, so er størri kjansur fyri at finna olju har, enn tað er at finna olju norðanfyri Føroyar, sigur hann.
Føroysku myndugleikarnir fara tí at gera hampiliga skjótt av í sambandi við krøvini til økið við Hatton-Rockall, og tað fara ikki at ganga fimm ár, áðrenn tey verða løgd fyri Landgrunsnevndina undir ST.
--
FAKTA
Tíðarætlan fyri Ytra Landgrunnin
1982 Altjóða havrættarsáttmálin orðaður
1985 DK gjørdi vegna Føroyar eina lýsing av Hatton-Rocall
1985 og nøkur ár fram: “Føroyar-Rockall verkætlanin”, har eisini kanningar vóru gjørdar norðanfyri.
Ultimo 2004 byrjar arbeiði aftur, eftir at DK Ríkið staðfesti Altjóða havrættarsáttmálan.
Ultimo mai 2009: Krøv send Landgrunsnevndini undir ST um økið norðanfyri Føroyar.
Áðrenn 2014 (verður væl áðrenn, siga før. myndugleikar) skulu krøv setast fram um Hatton-Rocall.
-