Ein russiskur trolari lak nakað av olju á sjógv í gjár Sløkkiliðið í Havn fekk boðini um middagsleitið, og óhappið er helst hent beint áðrenn.
50 metrar av eingangs oljugyrðingum vórðu lagdar út í gjár, og tær eru tiknar upp aftur í morgun.
Sløkiliðið heldur tað vera ilt at meta um, hvussu nógv olja fór á sjógv.
Óhappið hendi, tá i skipið bunkraði, og tað fleyt yvir úr einum útluftingarventili.
Oljan er ikki einasta dálkingin á Kollfirði nú. Lýsi og onnur óhumska liggur á sjónum og klumpar seg saman við oljuni.