Oljufeløg seta 2003 út í kortið

Tey 14 oljufeløgini, sum eru við í leitingini eftir kolvetni á føroyska landgrunninum, høvdu fund á Hotel Føroyum í gjár. Feløgini, sum hava skipað seg í eitt áhugafelag, FOIB, viðgjørdu arbeiðsprogrammið fyri næsta ár og budgettið.

Olja

Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess og formaður í felagnum, sigur, at feløgini samstarva, har tey hava felags áhugamál. Spurningar, sum verða raðfestir høg, eru vísindaligar kanningar m.a. í sambandi við leiting á føroyska landgrunninum, og tað eru mál, sum viðvíkja umhvørvi, trygd og jarðfrøði. Í FOIB eru so fimm ymiskir undirbólkar, sum taka sær av teimum ymsu økjunum. Felagsskapurin er avloysari hjá GEM, sum upprunaliga varð stovnað til burturav at taka sær av umhvørvisspurningum. Tað er tó framvegis ein týðandi partur av arbeiðinum hjá FOIB. Fundurin er lagdur í Havn í sambandi við, at Oljuvinnufelagið undir Vinnuhúsinum skipar fyri oljuráðstevnu í Norðurlandahúsinum í dag.