Nú oljuleitingin nærkast Føroyum alt meira vísa útlendsk oljufeløg føroyskari arbeiðsmegi størri og størri áhuga. Fleiri av oljufeløgunum hava longu sett føroyingar í starv, meðan onnur dúva meira uppá at útvega ungum føroyingum útbúgvingarpláss.
Faroes Partnership
Nú oljulóggávan er veruleiki og lagt verður upp til at fáa útlendsku oljufeløgini at brúka føroyskar vørur og tænastur, síggja fleiri av oljufeløgunum hetta sum eitt kærkomið høvið til at útbúgva føroyingar til at kunna arbeiða í oljuvinnuni.
»Faroes Partnership«, ið er eitt av oljusamtøkunum, ið er virkið á føroyska økinum, ætlar ikki at halda seg aftur í so máta. Í blaðnum í dag lýsir eitt av oljufeløgunum í hesum samtakinum, DONG, eftir føroyingum, sum kundu hugsað sær at fingið fyribils arbeiði og upplæring.
DONG arbeiðir saman við Amerada Hess, Lasmo og Norsk Hydro, tá talan er um at vera við í tí fyrstu føroysku útbjóðingini.
Johan Mortensen, umboðsmaður hjá teimum fýra oljufeløgunum, sigur, at samtakið sær tað sum eina av sínum fremstu uppgávum at fáa føroyingar at vísa oljuvinnuni áhuga.
? Skal oljuvinnan festa røtur í Føroyum, so er tað sanniliga eisini brúk fyri føroyingum í hesi vinnu. Tað er m.a. við hesum fyri eygað, at feløgini í samtakinum hava gjørt av at taka føroyingar inn til upplæring á ymiskum økjum innan oljuvinnuna. Talan er um sokallað »trainees« arbeiði, har serstakliga fólk undir útbúgving kunnu fáa starv hjá einum av feløgunum í eina ásetta tíð.
Vilja liva upp til andan í oljulóg
Johan Mortensen sigur, at hetta verður gjørt fyri at loyva føroyingum at snodda til hesa nýggju vinnuna og síggja, hvat hon hevur at bjóða.
Hann vísir á, at samtakið við hesum eisini fegið vil liva upp til andan í nýggju oljulógini um, at útlendsku oljufeløgini í mest møguligan mun brúka føroyska arbeiðsmegi, vørur og tænastur.
Hetta er so eisini ætlað sum hjálp til sjálvhjálp, tí tann dagin føroyingar hava nógv vælútbúgvið fólk innan oljuvinnuna, verða møguleikarnir fyri at fáa arbeiði helst nógvir, vónandi í Føroyum men undir øllum umstøðum úti í heimi.
? Oljufeløgini meta hetta sum eina skilagóða íløgu í framtíðina. Sjálvandi skal tað eisini tryggja teimum dugnaliga og góða arbeiðsmegi, men endamálið er fyrst og fremst at liva upp til ynskið um at fáa útbúgvið og lært upp fólk í tí øki, sum feløgini arbeiða í.
Dong leggur fyri
Í lýsing í blaðnum í dag leggur danska oljufelagið Dong fyri við at bjóða føroyingum, ið útbúgva seg innan fleiri ymisk fak, fyribils starv í fleiri av deildum sínum.
Talan er um fólk, sum fáa sær útbúgving sum geologar og geofysikarar, reservoirverkfrøðingar, oljuverkførðingar, búskaparfrøðingar, løgfrøðingar og fólk, ið útbúgva seg innan góðskustýring og umhvørvi.
Sum skilst kann eitt slíkt fyribils arbeiði hjá DONG og seinni eisini hjá hinum feløgunum í samtakinum, verða atgangsbilettin til altjóða oljuverðina.
Tað er ikki óhugsandi, at føroyingar, sum fáa fótin innan fyri hjá td. Dong, verða við í arbeiðinum, tá Dong saman við øðrum oljufeløgum fer undir at bora eftir olju í Grønlandi í summar.
Eisini til Falklandsoyggjarnar!
Operatørfelagið í føroyska samtakinum er Amerada Hess. Hetta felagið hevur sum er sett ein føroying í fast arbeiði. Tað er Ben Arabo. Haraftrat hava tvær kvinnur, onnur útbúgvir seg til jarðfrøðing og hin til eksportteknikkara, fingið hálvt ára starv hjá felagnum í ávikavist London og Aberdeen.
Johan Mortensen sigur, at nú samtakið er farið at bjóða føroyingum »trainees-arbeiði« er ikki óhugsandi heldur, at teir koma at fáa tilknýti til oljuleiting í øðrum økjum av heiminum heldur eins og dømi við Dong og Grønlandi er tað.
? Tað kundi m.a. verið áhugavert hjá føroyingum at verið við, nú tá fyrsta oljuboringin nakrantíð fer fram við Falklandsoyggjarnar. Hóast hetta er í hinum partinum av knøttinum, so eru viðurskiftini við Føroyar og Falklandsoyggjarnar sera meinlík.
Lasmo og Norsk Hydro, sum eisini eru við í samtakinum, eru somuleiðis sera virkin feløg, sum arbeiða eitt nú í Norðsjónum, í Indonesia, Venzuela og Kanada fyri bert at nevna nøkur av økjunum.
Eisini onnur oljufeløg, sum hava áhuga fyri føroyska økinum, royna at seta føroyingar í arbeiði.
M.a. hava tey bæði norsku oljufeløgini Statoil og Saga gjørt nógv burtur úr í so máta. Sohvørt oljuleitingin nærkast á føroyska landgrunninum, er eisini hugsandi, at uppaftur fleiri feløg fara at vísa hesum ans.